2016 gjørdist eitt metár hjá Vága Floghavn. Enn er alt ikki talt upp, men inntil 25. desember høvdu umleið 289.000 fólk ferðast umvegis Vága Floghavn.
Enn er tó eitt sindur upp til teir størru flogvallirnar í Norðurlondum. Check-In.dk hevur gjørt eitt yvirlit yvir teir størstu norðurlendsku flogvallirnar í Norðurlondum í 2016, mátað uppá ferðafólk, ið ferðaðust umvegis lufthavnina.
Københavns Lufthavn er størst við 29 milliónum ferðandi í 2016. Tað er ein vøkstur á góð 9%.
Gardermoen í Oslo var nummar tvey við 26 milliónum og Stockholm Arlanda gjørdist nummar trý við 24 milliónum ferðandi.
Nógv tann størsta vøksturin hevði flogvøllurin í Keflavík, sum hevði góðar sjey milliónir ferðandi í 2016, sum er ein vøkstur á góð 40% í mun til 2015.
Nummar 20 á listanum gjørdist Ålesund Vigra Lufthavn við einari millión ferðandi, so tað er eitt sindur eftir enn áðrenn flogvøllurin í Vágum kemur á listan.