ÍF skipar fyri stórum mentannartiltaki í mentannarhúsinum í Fuglafirði, sum byrjar klokkan 12 í morgin. Í samband við, at ókeypis er at koyra gjøgnum tunnlarnir leygardagin 2. mei, skipar ÍF fyri einum stórum tiltaki leygardagin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Byrjað verður klokkan 12. Tá eru borðini dekkaði upp til ein stóran brunch fyri alla familjuna, samstundis sum børnini kunnu hugna sær ókeypis við tí stóru hoppiborgini hjá Føroya Banka.
Stórt tombola kemur eisini at vera opið allan dagin, har ein m.a. kann vinna ferðir frá Smyril Line. Seinni kemur Nósi á vitjan. Premier League dystur ímillum Portsmouth ? Arsenal verður vístur frá kl. 15.00, og tá verður høvi at keypa sær kaffi, te, sodavatn og køkur afturvið. Kapping í bóltkasti verður eisini á skránni.
Kl. 20.15 Verður útgávukonsert við Niels Midjord og Lív Næs, ið hava tulka Alf Prøysen úr norskum ? atgongumerki kostar 50 kr. Møguleiki verður fyri at ogna sær nýggju fløguna eftir konsertina. Beint eftir konsertina verður uppboðsøla av málningunum hjá Øssur Mohr, Ian Luid og Petur við Gjónna.
Kl. 22.00 fer Jógvan Joensen við orkestri at spæla góðan live tónleik. Í steðginum hjá Jógvani, verður pubquiz á skránni.
Kl. 24.00 Verður dansur við ROK á skránni, har DJ Sleize leggur plátur á í steðgunum. Dansurin kostar 120 kr. og er 18 ára aldursmark.