Fyri fyrstu ferð nakrantíð fyllir ein skopuningur 100 ár. Skopun er niðursetubygd frá 1833, og Útvarpið veit í morgun at siga frá 100 ára føðingardegi í bygdini.
Talan er um Oliviu Petersen, sum er fyrsta fólki í bygdini, ið fyllir 100 ár. Dagin hátíðarheldur hon við ellisheimið á Skerinum í Skopum, har umboð fyri almennu Føroyar eisini fara at vitja.