Stórur áhugi fyri Dinero

Seinasta sunnukvøld byrj­aði peng­a­spæl­ið Di­n­­ero aft­ur á Rás2. Spæl­ið er nú broytt so­leið­is, at høv­uðs­vinn­ing­ur­in var at vinna 10.000 krón­ur og at bowla í Bowl­ing­høll­ini á Hálsi í Havn, flogferðir frá At­lants­flog, far­tele­fon­ir frá Før­oya Tele eins og við­skifta­kort frá Effo.

– Broytingin er, at nú ber til at vinna pengar. Hesum hava fólk tikið væl undir við, og tað merkja vit á søluni, sig­u­r Jonhard Hammer, stjóri á Rás2.
Hann sigur, at potturin av hesi orsøk vaks frá 10.000 krón­ur til 15.000 krónur at spæla um.
Eisini hevur stóri á­hugin merkt, at nøk­ur av søl­u­­støð­unum vóru út­seld fyri Dinero­-plát­ur. Men nú hev­ur Rás2 ver­ið runt við fleiri plát­um, sum eru at fáa kring land­ið frá í dag.
Jonhard Hammer sigur, at einki sølu­stað hevur ver­ið í Sund­a­lag­num, men at nú eru plát­ur­nar at fáa hjá Inn við Norð­skála.
– Vit spæla afutr Din­ero sunn­u­kvøl­dið klokkan 19:30