2. DEILD
Endaspurturin í næstbestu deildini er ógvuliga tættur, nú tað resta trý umfør. Tað er longu greitt, at GÍ fer at flyta niður. Tað er eisini greitt, at tað bara eru B71 og B68, sum hava møguleika at flyta upp. B36 er á næstaftasta plássinum, men Royn, LÍF og Sumba eru ikki komin heilt undan vandanum fyri at enda á næstaftasta plássinum.
B71 er oddalið. Teir hava sama stigatal sum B68, men sandoyingar eru omaná í innanhýsis uppgerðum. Størsti møguleikin hjá B71 at missa stig í trimum teimum seinastu umførunum er í dag. B71 skal spæla á Valloyruni í Sandavági. FSV04 er á triðja plássinum, men síðsta leygardag mistu teir møguleikan fyri uppflyting, tá ið teir óvæntað taptu í Sumba.
FSV04 kann tó fáa avgerandi lut í, hvat av teimum báðum oddaliðunum skal flyta beinleiðis upp, og hvat av teimum skal spæla um eitt pláss í bestu deildini. FSV04 megnaði 1-1 á Sandi. Um fjúrtan dagar og í næstsíðsta umfarinum skal FSV04 spæla á heimavølli móti B68, sum teir taptu 3-1 móti á Svangaskarði.
Í dag skal B68 spæla á heimavølli móti LÍF. Í Leirvík vann B68 4-1. Í síðsta umfarinum eigur B68 heimavøll móti niðurflutta GÍ, sum tapti 4-2, tá ið B68 var í Gøtu. Í tveimum teimum síðstu umførunum skal B71 spæla á heimavølli móti B36 og í Hvalba. B71 vann 8-0 í Gundadali móti B36, og B71 vann 10-1, tá ið Royn var á Sandi.
Hjá B68 verður Jann Ingi Petersen við aftur móti LÍF. Hann var leikbannaður á Sandi. Nú er Ovi Magnussen leikbannaður, og í gjár bendi alt á, at Øssur Hansen og Kristian Anton Andreasen ikki verða førir fyri at spæla í dag, tí teir eru skaddir.
Hjá B71 stendur hampuliga væl til við fólki. Ivi er um málverjan Símun Rógva Hansen, sum hevur verið skaddur seinastu vikurnar, men um tað ikki eydnast honum at koma fyri seg, so eitur avloysarin Waldemar Nowicki, og tað er ikki so galið. Símun Hansen og Rene Clementsen hava verið skaddir, men tað kann væl vera, at Rene, sum hevur havt trupulleikar við skaða í fótinum, verður í hópinum í Sandavági í dag.
B71 hevur bara tapt eina ferð í ár. Tað var í fyrsta umfarinum 30. apríl, tá ið AB vann heimadystin móti B71 2-1. B68 hevur bara tapt móti B71. Sandoyingar vunnu 11. juni 1-0 á Svangaskarði.