Tað gongur væl í Føroyum, og tað gongur serliga væl í kommununum kring Skálafjørðin og Sundalagið. Tað vísir uppgerðin hjá TAKS yvir fyribilsskattainntøkurnar í 2019.
Í miðal hækkaðu inntøkurnar í kommunuskatti fyri alt landið 8,01 prosent. Í teimum fimm kommununum kring Skálafjørðin og Sundalagið – Nes, Runavíkar, Sjóvar, Sunda og Eiðis – var vøksturin væl hægri enn so.
Í Nes kommunu var lutfalsligi vøksturin 12,14 prosent og í krónum 5.557.554 krónur. Samlaði kommunuskatturin á Nesi, Toftum og í Saltnesi var 51.329.195 krónur.
Í Runavíkar kommunu var lutfalsligi vøksturin 9,82 prosent og í krónum 15.307.368 krónur. Samantaldi kommunuskatturin í teimum 15 bygdunum í Runavíkar kommunu var 171.174.238 krónur. Bygdirnar í Runavíkar kommunu eru Æðuvík, Rituvík, Runavík, Saltangará, Glyvrar, Lambareiði, Lamba, Søldarfjørður, Skipanes, Oyndarfjørður, Elduvík, Funningsfjørður, Funningur, Skálafjørður og Skála.
Í Sjóvar kommunu var lutfalsligi vøksturin 12,12 prosent og í krónum 4.523.821 krónur. Samantaldi kommunuskatturin var 41.856.481 krónur. Í Sjóvar kommunu eru bygdirnar Innan Glyvur, Strendur, Kollbeinagjógv, Morskranes og Selatrað.
Í Sunda kommunu var lutfalsligi vøksturin 11,88 prosent og í krónum 7.998.411 krónur. Samantaldi kommunuskatturin í Sunda kommunu var 75.307.804 krónur. Í Sunda kommunu eru bygdirnar Gjógv, Norðskála, Oyrarbakki, Oyri, Tjørnuvík, Haldórsvík, Langasandur, Saksun, Streymnes, Hvalvík og Hósvík.
Í Eiðis kommunu var lutfalsligi vøksturin 12,73 prosent og í krónum 2.962.131 krónur. Samlaði kommunuskatturin í Eiðis kommunu var 26.236.414 krónur. Í Eiðis kommunu eru bygdirnar umframt Eiði Ljósá og Svínáir.
Merkisvert er tað, at lutfalsligi vøksturin í Eiðis kommunu í desember var 28,93 prosent, og at lutfalsligi vøksturin í Sjóvar kommunu í desember var 20,02 prosent.