Stórur vognur reiv í ferjuleguna

Tað var ein stórur vognur, sum var komin í Sandoynna við borivogni til Dalstunnilin, ið var orsøkin til skaðan á ferjuleguna á Gomlurætt.

 

Tíðliga seinnapartin í gjár fór ein hending fram við ferjuleguna á Gomlurætt sum gjørdi, at siglingin um Skopunarfjørð teir seinnu túrarnar seinnapartin - ávikavist klokkan 15.50 og 17.20 - gjørdist eitt sindur forskotnir. Soleiðis loysti Teistin ikki fyrr enn út við klokkan 18 á túrinum, sum skuldi vera av Gomlurætt klokkan 17.20.

Tá tú komst á Gomlurætt, sást tú skjótt, at her var okkurt áfatt við ferjuleguni. Tað var líka sum opið millum bryggjukantin og ferjuleguna, og longur uppi á bryggjuni lá ein langur boygnaður stáldragari, sum hevði ligið tvørtur um í opinum millum sjálvan rampan og bryggjukantin. Soleiðis, sum støðan var, kundu bilar hvørki koyra í land ella umborð.

##med2##

Fleiri menn hjá Mest vóru á Gomlurætt og royndu at finna út av, hvussu trupulleikin fyribils kundi loysast. Við sær høvdu teir ein minni lastbil við krana, og teir høvdu eisini onnur amboð. Smiðjumenninir festu jarndekk oman yvir opið, soleiðis at bilarnir kundu koyra trygt í land og umborð aftur.

Tað var ein stórur vognur, sum var orsøkin til skaðan á ferjuleguna.

Tíðliga seinnapartin kom vognurin í Sandoynna við einum stórum borivogni, sum skal bora tunnilin úr Húsavík til Dals. Tað var, tá hesin vognur fór tómur úr aftur Sandoynni við Teistanum og skuldi koyra í land á Gomlurætt, at botnurin reiv í rampan. Vognurin kann lyftast, men ivaleyst var hann lyftur ov lítið upp, tá hann koyrdi í land.

##med3##