Svenska sjóverjan hevur tið hesa myndina av náttúrugassi frá lekanum á gassleiðingini Nord Stream 2, sum streymar út í Eystrasalt nærindis Bornholm. - Foto: Handout/Ritzau Scanpix

ST Trygdarráðið hittist í morgin um gasslekar

ST Trygdarraðið hittist í morgin um Nord Stream lekar. Tað váttar svenska forsætisráðfrúan

 

Svenska sjóverjan hevur tið hesa myndina av náttúrugassi frá lekanum á gassleiðingini Nord Stream 2, sum streymar út í Eystrasalt nærindis Bornholm. - Foto: Handout/Ritzau Scanpix

ST Trygdarráðið hittist í morgin fyri at viðgera teir tríggjar lekarnar, sum hava rakt gassleiðingarnar Nord Stream 1 og Nord Stream 2 uttan fyri Bornholm og landssyngs Svøríki.

Tað váttar svenska foræstisráðfrúan, Magdalena Andersson, á tíðindafundi í dag. 

– Formanslandið í Trygdarráðnum, Frankaríki, hevur í dag kunnað okkum um, at Russland hevur biðið um ein fund um Nord Stream-lekarnar. Hesin fundur verður í morgin, sigur hon.

Í sambandi við lekarnar er máldar ristingar eftir tað, tey halda vera spreingingar av gassrørunum.

– Hesar spreingingar mugu viðgerast í trygdarpolitisku støðuni, sigur Magdalena Andersson.

Útsøgnir hennara koma eftir fund í trygdarráðnum hjá svensku stjórnini.

Russland boðaði frá fyrr í dag, at tey høvdu biðið um fund í ST Trygdarráðnum.

– Russland ætlar at kalla til almennan fund í ST Trygdarráðnum í sambandi við provokatiónirnar um gassleiðingarnar Nord Stream 1 og Nord Stream 2, segði russiska stjórnin.

Russland er ein av teimum fimm føstu limunum í ST Trygdarráðnum.

Danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, hevur sagt, at allir lekarnir ikki eru tilvild. Hon vil ikki útloka, at talan er um sabotasju.

Talsmaður fyri russisku stjórnina, Dmitrij Peskov, vísti í dag aftur ákærum um, at Russland stendur aftan fyri lekarnar.

– Áðrenn skuldsetingar koma, eiga vit at bíða eftir kanningum av hesum lekum. Um tað var ein spreinging ella ikki, segði hann.

Hann vendi í staðin pílinum ímóti USA. Har hava tey havt stóra øking í vinninginum, sum virki í USA hava fingið við at selja gass til Evropa.

Tað er ein »ør« ákæra, er svarið frá amerikonskum embætismanni.

Tær báðar gassleiðingarnar eru gjørdar, so russiska gassfelagið Gazprom kann flyta gass til Týsklands.

kríggið í Ukraina hevur tó steðgað øllum veitingum. Næstan øll ES londini vilja gera seg óheft av orku úr Russlandi eftir russisku innrásina í Ukraina. Tað snýr seg eisini um Týskland.

/ritzau/AFP

 

Svenska sjóverjan hevur tið hesa myndina av náttúrugassi frá lekanum á gassleiðingini Nord Stream 2, sum streymar út í Eystrasalt nærindis Bornholm. - Foto: Handout/Ritzau Scanpix