ST Trygdarráðið stuðlar ætlan um vápnahvíld í Gaza

14 limir í Trygdarráðnum stuðla vápnarhvíldarætlan hjá USA. Hamas bjóðar eisini ætlanin vælkominari

Samtyktin heitir á »báðar partar um fult út at seta í verk treytirnar í vápnahvíldini uttan seinkingar og treytir«. - Foto: Angela Weiss/Ritzau Scanpix

ST Trygdarráðið atkvøddi í kvøld fyri eini samtykt, sum stuðlar eini vápnahvíldarætlan í Gaza millum Ísrael og hernaðarligu rørsluna Hamas.

Uppskotið eigur USA.

Russland atkvøddi ikki, meðan hinir 14 limirnir í Trygdarráðnum atkvøddu fyri.

USA gjørdi tekstin lidnan í gjár eftir seks dagar við samráðingum í Trygdarráðnum.

– Í dag atkvøddu vit fyri friði, segði amerikanski ST sendifrúan, Linda Thomas-Greenfield, í ráðnum eftir atkvøðugreiðsluna.

31. mai kunngjørdi amerikanski forsetin, Joe Biden, eina ætlan um vápnahvíld, sum hann lýsti sum eitt ísraelskt átak, sum skal gerast í trimum.

Nakrir limir í Trygdarráðnum hava sett spurnartekin við, um Ísrael hevur góðtikið ætlanina fyri at enda bardagarnar í Gaza.

Í samtyktini verður tikið væl ímóti vápnahvíldaruppskotinum, sum »Ísrael góðtók, og heitt verður á Hamas um at góðtaka«.

Í einum boðum frá Hamas aftaná verður sagt, at rørslan »bjóðar samtyktini vælkomnari«.

Hamas er til reiðar at samstarva við semingsfólk um at seta í verk prinsippini í ætlanini, stendur, uttan at greitt verður nærri frá.

Algir, sum er einasti arabiski limurin í Trygdarráðnum, vísir eisini samtyktini sín stuðul.

– Vit trúgva upp á, at tað kann føra til framstig ímóti varandi vápnahvíld, sigur landsins ST sendimaður, Amar Benjadama.

– Tað er eitt brá av vón fyri palestinar. Tíðin er komin at steðga drápunum, sigur Algir víðari.

Samtyktin heitir á »báðar partar um at seta alla vápnahvíldarætlanina í verk uttan seinkingar og treytir.

Samtyktin nevnir eisini, at »um samráðingarnar taka longri tíið enn seks vikur í fyrstu fasu, skal vápnahvíldin halda fram so leingi, sum samráðingar eru.«

Sambært Lindu Thomas-Greenfield er atkvøðugreiðslan eitt signal til Hamas um, at altjóða samfelagið stendur saman fyri at hjálpa palestinska fólkinum.

– Samd aftan fyri eina avtalu, sum fer at bjarga lívum og hjálpa palestinska sivila fólkinum í Gaza við at endurbyggja. Samd um eina avtalu, sum fer at sameina gíslar við familjur sínar eftir átta mánaðir í fangilsi, sigur hon.

/ritzau/Reuters

 

 

 

Samtyktin heitir á »báðar partar um fult út at seta í verk treytirnar í vápnahvíldini uttan seinkingar og treytir«. - Foto: Angela Weiss/Ritzau Scanpix