Eg trein eitt sindur varisliga inn í hølini, har handilin Feðgar hevur hildið til seinastu tíðina. Har var so tómligt inni, at eg hálvavegna var bangin fyri, at hann fór at selja meg, tá nú ongar klædnavørur vóru inni. Hann sigur jú sjálvur, at hann kann selja alt ?
Men har var einki at óttast. Inni í »gamla« handlinum við torgið var næstan alt burtur. Okkurt hissini klædnaplagg hekk eftir, men tað kann eins væl verða, at Kári sjálvur átti tað.
Hann tók væl ímóti okkum báðum, myndamanninum. Fryntligur, sum altíð og hóast hann einki átti at selja okkum, so var hann sera prátingarsamur.
Og um vit eru samd ella ósamd við honum, so kunnu vit í øllum førum siga so mikið, at ein verður noyddur til at taka hattin av fyri manninum, sum vit bara kenna sum hann, sum hevur selt harraklæðir í SMS. Og SMS verður so avgjørt eitt fátækari stað, nú Kári gevst sum handilsmaður.
Men í veruleikanum er hann bara trúgvur móti sínum egna lyfti.
? Eg havi fyri langari tíð síðani lovað mær sjálvum, at eg skuldi gevast sum handilsmaður áðrenn eg fylti 50, og tá eg havi 50 ára føðingardag í november, so havi eg verið trúgvur móti hesum lyftinum, sigur Kári Müller.
Ongan sjúkadag í 22 ár
Tað eru skjótt liðin 22 ár síðani Kári læt upp handilin í SMS. Í veruleikanum hevur hann verið við øll árini. Og hann sigur sjálvur, at tað hevur verið ein sera spennandi, men eisini til tíðir, strævin tíð.
? Eg byrjaði at putla við handilinum í august mánað í 77 og vit lótu upp 2. november sama ár. Og eg havi verið í handlinum hvønn tann einasta dag líka síðani. Eg havi ongan sjúkadag havt í 22 ár. Einastu dagar eg ikki havi verið í handlinum er, tá eg havi verið uttanlands í handilsørindum ella hildið frí, sigur hann ikki sørt stoltur.
Og í dag situr hann aftur í flogfarinum, á veg til kavaklødd lond, har hann ætlar sær at standa á skí í einar fjúrtan dagar.
Hann er nøgdur við lívið sum handilsmaður, hóast tað til tíðir hevur verið meira strævið enn gott er.
? Eg havi havt tað ótrúliga gott í SMS, hóast tað til tíðir hevur verið eitt sindur buldrasligt við øllum teimum umbyggingum og broytingum, sum eru farnar fram í húsinum. Onkuntíð var hárið stívt av støvið og klæðini vóru grá, av somu orsøk.
Støvið fært tú gratis
Sjálvandi minnist Kári aftur á nógvar søgur, men sum hann sigur, so eru tær fægstu so mikið borðbærar, sigur hann, at hann vil út við teimum. Men vit kenna øll tosingarlag hansara og vit hoyra hann fyri okkum, tá hann svaraði kundanum, sum spurdi um tann »støvugta« klædningin, sum hann hevði keypt.
? Jamen, støvið fært tú gratis.
Hóast hann neyvan nakrantíð var orðaleysur tá kundarnir spurdu eitthvørt, so heldur hann kortini, at kundar hansara hava verið nøgdir við at keypa frá honum.
? Annars høvdu teir neyvan komið aftur, sigur hann við einum spoyskum smíli.
Men hvat er tað sum hevur fingið teg til at halda áfram heruppi?
? Sum eg segði, so havi eg havt tað ótrúliga gott heruppi. Og orsøkin til at eg havi hildið á er, at hvør dagur hevur verið spennandi og eg eri farin til arbeiðis við gleði ? hvønn dag!
Hann gerst eitt sindur meira álvarsamur tá hann sigur, at nøgdir kundar er »alfa og omega« í handilslívinum; í Føroyum meiri enn nakrastaðni.
? Tú kanst ikki byggja ein handil upp á eingangskundar. Illa í Keypmannahavn, enn minni í Havn, sigur handilsmaðurin, sum dugdi so væl at siga kundum, at ein klædningur hekk og bíðaði eftir teimum, at teir næstan trúðu honum.
Kreppuárini
vóru spennandi
Tá ein hevur verið handilsmaður í so nógv ár, so hevur ikki bara verið talan um viðgang. Enn eru kreppuárini ikki gloymd her heima ? heldur ikki hjá Kára.
? Tað var ein fantastiska spennandi tíð. Prísirnir skramblaðu niður og »konkurentarnir lukkaðu« í bæði borð. Men vit megnaðu at koma ígjøgnum við skinninum á nøsini, sigur hann.
? Tá vóru tað ikki handilsmenninir, sum settu prísirnar. Kundar komu inn, høvdu eitt ávíst krónutal við og bóðu um at fáa ein klædning fyri »tað« - og tað fingu teir, sigur hann staðfestandi.
Hann leggur afturat, at prísirnir skramblaðu niður, og tað merkti at handilsmenninir máttu tillaga útreiðslurnar til nýggju umstøðurnar.
? So hóast tað var spennandi, so hevur tað ikki bara verið stuttligt, sigur hann og sær rættuliga grunandi út.
Vejle var ein fiasko
Hóast Feðgar í SMS er tann handilin, sum Kári verður »identifiseraður« við, so er tað kortini ikki einasti handil hansara ? og fyri tað at Feðgar í SMS letur aftur, so er navnið heldur ikki burtur.
? Nei, nei, nei. Smápartafelagið, sum eigur henda handilin ? ella átti ? eigur eisini Skálk, sigur hann og peikar beint upp, tí Skálkur heldur til í ovaru hæddini, beint omanfyri Feðgar.
? ? og vit eiga eisini handilin í Klaksvík. Vit høvdu eisini Feðgar í Fuglafirði og Deres, her í SMS, men teir hava vit sloppið okkum av við.
Harafturat minnast fleiri kanska eisini, at Kári eina ferð hevði handil í Vejle ?
? Uff, sigur hann tungliga og tað sæst skilliga, at hann helst ikki vil tala um tað, men so kemur tað kortini.
? Vejle var ein dundrandi fiasko. Samstarvið gekk illa, og eg misti eina óhugnaliga rúgvu av peningi. Tað segði mær so mikið sum, at ein ikki kann reka handil í Danmark og búgva í Føroyum.
So er tað sagt um Vejle ævintýrið hjá Kára Müller, tí vit fara til eitt annað evnið, sum hann heldur verða stuttligari at tosa um
? Eg kann selja alt
Hann stúrir kortini ikki fyri hvat framtíðin hevur at bjóða honum, nú hann ikki skal niðan í SMS hvønn dag. Hann hevur fleiri jørn í eldinum og onkur minnist kanska, at hann í blaðnum herfyri boðaði frá, at hann fer at selja føroyskt vatn í útheiminum.
Hann trýr í øllum førum upp á egin evnir. Ikki so løgið heldur nú hann hevur verið handilsmaður í umleið 30 ár.
- Eg kann selja alt, sigur hann.
- Tað er líkamikið, um tað er bilar, fisk, hosur ella vatn, sigur hann við einum stórur smíli.
Tað er nú heldur ikki so óhugsandi, at maðurin hevur rætt. Hann hevur roynt eitt sindur, síðan hann fór í læru á Føroya Sildasølu fyri nógvum árum síðan. Eftir tað hevði hann matvøruhandil Undir Varða, var eitt skifti hjá Johs. Berg áðrenn hann lat upp handilin í SMS.
...og so útum
Hann gremur seg ikki nú hann letur aftur, men sigur, at hann fer við einum smíli.
? Tá eg byrjaði var eg inni á botni, so flutti eg út á torgið og seinastu tíðina havi eg verið við úthurðina.
? Nú skundi eg mær sjálvur at fara út um, áðrenn eg verið koyrdur útum, leggur hann stórflennandi afturat.
Tað, sum hann tó frøðir hann mest er, at tað er hann sjálvur, sum hevur latið handilin aftur.
? Tað vóru ikki frakkaklæddir menn, við »stressmappu«, sum søgdu mær, at eg skuldi lata aftur. Eg havi goldið øllum sítt og skyldi ongum nakað nú eg gevist her, sigur Kári Müller at enda.
Frá klæðum til vatn
Hann fer tó ikki bara at sita upp afturá, nú hann gevst við Feðgum í SMS. Sum nevnt omanfyri arbeiðir hann og aðrir við einari ætlan um at útflyta føroyskt vatn.
Hann vil ikki út við hvussu langt henda ætlan er komin, men hon er væl ávegis skilja vit á lagnum.
So hvør veit, um vit ikki onkran dagin, ein heitan summardag, hoyra ein mann siga:
? Tystur? Jamen, vatnið stendur her og bíðar eftir tær ?