Mikukvøldið 7. februar klokkan 19 verður hugnakvøld í Avhaldshúsinum í Haldarsvík, har greitt verður frá staðarnavnaverkætlanini og frá ymiskum forkunnugum um staðarnøvn.
- Lagt verður upp til, at bygdafólk og onnur við áhuga fyri staðarnøvnum møta. Høvi verður at seta spurningar og koma við viðmerkingum.
Tað siga tey í Sunda kommunu. Lagt verður aftrat, at tað var í apríl mánaði í 2016, at verkætlanin - Staðarnøvn í Sunda kommunu - varð almannakunngjørd á hátíðarløtu í Tjørnuvík.