Staðfest: Fróði er givin á landsliðnum (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við metmannin hjá landsliðnum undan dystinum ímóti Malta

- Eg tosaði við Lars Olsen aftaná seinasta dyst, og tá vóru vit samdir um, at eg gevist á landsliðnum. Mín tíð er farin, og nú eiga aðrir at fáa møguleikan. Orðini eigur 40 ára gamli landsliðsmetmaðurin, Fróði Benjaminsen, ið spældi 94 landsdystir fyri Føroyar. Í hesum 94 dystunum skoraði Fróði seks mál.

 

TRÝST á PÍLIN undir SAVNSMYNDINI, og hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig gjørdi við Fróða Benjaminsen undan Nations League dystinum ímóti Malta.

 

Fróði Benjaminsen er glaður um góðu gongdina hjá landsliðnum seinnu árini, og hann fegnast um, at fólk stuðla landsliðnum, men hann minnist eisini dagarnar fyrst í øldini tá tað gekk minni væl, og landsliðið var fyri nógvum atfinningum, og fólk møttu illa upp til dystirnar á heimavølli.

 

Ígjár var Fróði áskoðari saman við børnunum fyri at stuðla føroyska landsliðnum.

 

FM1 og in.fo takka Fróða Benjaminsen hjartaliga fyri tíðina og tøkini hann hevur tikið fyri føroyskan landsliðsfótbólt.