Stanley, Nanoq Jam og Bubbi á Norður Bryggjuni

Norður Bryggjan bjóðar í heyst til eina røð av konsertum á Bryggjuni, har 9 av bestu tónleikanøvnunum í Norðuratlantshavi fara á pallin.

Komandi vikuskifti verður næsta umfar av Populærmusik fra Nordatlanten á Norður Bryggjuni í Keypmannahavn, hesuferð fara Stanley Samuelsen, Nanoq Jam og Bubbi Morthens á pallin trý kvøld á rað.
Stanley leggur fyri fríggjakvøldið við sínum vísum. Landaplágan Um eg kundi kvøði verður ivaleyst hæddarpunktið á kvøldinum, men Stanley hevur eisini onnur løg, bæði egin og løg, ið næstan er vorðin hansara egnu. Fuglfirðingurin hevur eitt sera egið útrykk, og tað tykist altíð, sum um hann hevur eina søgu at siga frá.
 
Harmonika og gittar
Leygarkvøldið fara Nanoq Jam á pallin. Hetta er, sambært heimasíðuni hjá Norður Bryggjuni, ein sera lívligur bólkur, ið hevur vunnið sær kultstøðu millum grønlendarar. Bólkurin spælir sítt egna bland av grønlendskum vajgat sangum, kensluborðnum gittarløgum og villum harmonika polkaum. Tónleikurin noyðir teg at dansa. Heimasíðan lovar eina veruliga uppliving.
 
Blúslist
Bubbi er kendur í øllum Norður Atlantshavi, í 25 ár hevur hann verið millum fremstu íslendsku tónleikarar. Í vár spældi hann eina ógloymandi konsert á Skála, saman við Stanley Samuelsen og Eivør Pállsdóttir. Blústroubardorurin, er ein fantastiskur listamaður, bæði sum tónleikari, sangari, yrkjari og lagskrivari. Hann endar hetta umfarið av Populærmusik fra Nord Atlanten tá hann fer á pallin sunnukvøldið.
 
Guðrun og Teitur
Hetta er næsta umfar av trimum í røðini Populærmusik fra Nordatlanten, tað fyrsta var fyri einum mánaða síðan, tá m.a. Teitur spældi eina sera persónliga og egna konsert. Næsta umfarð verður um ein mánaða, og tá er føroyska innslagið Guðrun Sólja Jacobsen, meðan Magnús Eiríksson og Rasmus Lyberth umboða Ísland og Grønland..
Allar konsertirnar byrja klokkan 20.00, hurðarnar lata upp klokkan 19.00, og høvi verður at keypa kaffi og annað leskiligt. Tilber at keypa vikuskiftisatgongumerki, har tú rindar fyri tvær konsertir og fær tí triðju ókeypis.