Fiskivinna
Tvey línuskip landa í Miðvági í vikuni.
Stapin landaði eini 80.000 pund mikudagin, harav stívliga 60.000 pund var hýsa. Restin var toskur og onnur fiskasløg.
Ætlandi byrjaðu tey at landa línuskipið, Helenu, tíðliga í morgun. Helena hevur eisini eini 80.000 pund tilsamans, harav eini 60.000 pund er hýsa. Restin er onnur fiskasløg.
Fiskavirking í Miðvági keypir bara hýsuna hjá skipunum. Hini fiskasløgini fara í bili til onnur virkir.
Sagt verður úr Miðvági, at hýsan er góð, men smáfallandi. Hon er ikki so feit, sum hon hevur verið í vetur.
- Hetta er tíðin, tá ið fiskurin sum heild gerst meira rak. Síðan fitnar hann aftur, tá ið summarið fer at halla, og tá ið komið er út á heystið, plagar úrtøkan at verða betri aftur, siga tey í Miðvági.
Á virkinum hjá Fiskavirking í Miðvági hevur annars verið hampiliga støðugt arbeiði í vár.
- Onkur dagur er tó farin burtur ímillum, eitt nú herfyri, tá ið veðrið var so vánaligt, siga tey í Miðvági.
Í hesi vikuni øtlaði hann aftur veðrið.