Starvsfelagið: Tingini flyta seg rætta vegin

Vit vita, at nógv av tykkum fylgja væl við í samráðingunum, sum liggja fyri framman, nú sáttmálin hjá teimum, ið starvast hjá landi og kommunum, gongur út 1. oktobur.

 

Í verandi løtu kunnu vit siga, at samstarvið ímillum partarnar er gott og tingini flyta seg rætta vegin. Hóast eingin formligur samráðingarfundur hevur verið, hevur samband verið ímillum partarnar seinastu tíðina. Hóast krøvini ikki eru løgd fyri partarnar, hava vit hitst at viðgera samráðingargongdina og annað, sum hoyrir samráðingunum til. 

 

Soleiðis skrivar Starvsfelagið á síni heimasíðu.

 

Eftir ætlan skuldu vit seta okkum saman aftur í morgin, fríggjadagin, men grundað á, at løgtingsfíggjarlógin skal leggjast fyri tingið komandi mánadag, eru stundir ikki til samráðing beint nú. Partarnir hava tí avtalað at hittast aftur týsdagin 8. oktobur.

 

Í løtuni er ikki til at siga, hvat úrslitið av lønarsamráðingini verður, tað má tíðin vísa. Vit halda okkum framvegis til endamál okkara, sum, enn sum áður, er at stríðast fyri at fáa eina semju, sum tryggjar limum okkara eina keypiorku, sum samsvarar við tørvin hjá okkum fyri at fáa gerandisdagin at hanga saman. 

 

Verandi sáttmáli er í gildi til týsdagin 1. oktobur, men hóast nýggj avtala ikki er gjørd til ta tíð, er sáttmálin galdandi, so leingi partarnir eru í samráðing um nýggjan sáttmála, ella so leingi tað ikki er slitnað millum partarnar. Lønarhækkingar og annað verður síðani eftirregulerað í tráð við nýggju avtaluna, sum verður galdandi frá 1. oktobur 2024.

 

Soleiðis skrivar Starvsfelagið millum annað í kunning til sínar limir á heimasíðu felagsins.