Starvsfólk til frítíðarskúlan í Skálavíkar Kommunu

Skálavíkar Kommuna hevur avgjørt at bjóða frítíðarskúla til skúlabørnini í kommununi frá 1.-5. Flokk komandi skúla ár.

 

 

 

Og tí søkir Skálavíkar Kommuna eftir leiðara til frítíðarskúlan at byrja 1. Aug 2024.

 

 

 

Arbeiðstíðin er 30 tímar um vikuna.

 

At tí, at talan er um eina royndarskipan, er starvið tíðaravmarkað til 30. Juni 2025.

 

 

 

Vit kunnu bjóða eitt áhugavert starv, har tú hevur møguleika at seta dám á stovnin og leggja til rættis eitt tilboð um frítíðarskúla í Skálavíkar Kommunu. Frítíðarskúlin verður staðsettur í Skálavíkar Skúla.

 

 

 

Vit vænta av tær:

 

  • At tú kann arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd
  • At tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni.
  • At tú kann geva børnunum ein tryggan, mennandi og fjølbroyttan gerandisdag.
  • At tú er tolin og nærverandi.

 

 

 

Setanarviðurskifti:

 

Tann, ið settur verður, skal vera útbúgving námsfrøðingur

 

Lønin verður sambart sáttmála ímillum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevaraferla Føroya.

 

 

 

Um eingin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk verða sett í fyribilsstarv.

 

 

 

Meira fæst at vita um starvið við, at venda sær til Anitur Joensen, tlf 252859 ella skriva til skalavik(at)skalavik.fo.

 

 

 

Umsókn saman við revsi- og barnaváttan, møguligum viðmælum, upplýsingum um útbúgving og royndir skulu vera Skálavíkar Kommunu í hendi í seinasta lagi 15. Juli 2024

 

 

 

Skálavíkar Kommuna