Starvsfólkini fingu sløkt eldin sjálvi

Men av trygdarávum varð sløkkiliðið sent á staðið

Í morgun varð boðað frá eldi á ellisheiminum í Runavík. Løgreglan sigur, at eldur var komin í eina grýtu og tískil varð ringt til løgregluna at boða frá. Av trygdarávum var sløkkiliðið boðsent, men tá ið tey komu á staðið, høvdu starvsfólkini sjálvi fingið sløkt eldin og tamarhald var á støðuni. Sostatt var eingin skaði av eldinum, sigur løgreglan.