stovnað mitt í fakligum stríði stendur at lesa í Dimmalætting leygardagin 24. februar í ár, og at stovningardagurin er 23. februar.
Óluva Húsgarð
Í Havn, 26. febr. 2001
Havi onki skrivligt tilfar at halda meg til viðvíkjandi stovningardegnum, men av tí at eg eri tann einasti, ið livi eftir av okkum, bæði í Starvsmannafelagnum í Føroya Landsstýri, sum skrivaðu undir »Sáttmála millum Føroya Landsstýri og Starvsmannafelagið viðvíkjandi treytum fyri at seta í starv skrivstovufólk og -lærlingar« dagfestur hin 27. oktober 1961, kenni eg tað sum mína skyldu at geva hesa frágreiðing.
Fyri Føroya Landsstýri skrivaðu P. M. Dam, K. Djurhuus, N. Winther Poulsen og J. Djurhuus var meðundirskrivari.
Fyri Starvsmannafelagið skrivaðu E. Djurhuus, Niclas Andreassen, Esta í Funningsstovu, Óluva Húsgarð og Viggo Planck, undir.
Í § 18 stendur, at sáttmálin hevur gildi frá 1. apríl 1960 at rokna, tó soleiðis, at gjald fyri yvirtíðararbeiði verður roknað frá 1. apríl 1961, og kann verða uppsagdur av báðum pørtum við 3 mánaða fyrivarningi, tó í fyrsta lagi 1. apríl 1962.
Er Starvsmannafelagið stovnað 23. februar 1961, so er Meginfelag Starvs- og Tænastumanna eisini stovnað henda dag. Í Føroyum vóru tá bert 40 tænastumenn innan landsumsitingina.
Tænastumenn landsins, ið settir eru við løgtingslóg, koyrdu okkum starvsfólk út í verkfall allan august mánað 1960. Starvsfólk landsins vóru tá lønt eftir »Statens regulativ for kontorfunktionærer«.
Orsøkin til, at tænastumenn landsins fóru í verkfall og drógu okkum starvs-fólk við sær, var, at Føroya Løgting hevði biðið danska fólkatingið rinda 55% av útreiðslunum til læraraløn-ir, ístaðin fyri 50%, so at lærararnir í Føroyum fingu somu løn sum danskri fólkaskúlalærarar.
Sí kopi!
Tænastumenn landsins kravdu líka stóra lønarhækking, og tá ið hetta ikki varð játtað, fóru teir í verkfall.
Allar almennar skrivstovur stóðu stongdar allan august mánað í 1960.
Hin 15. august 1960 skrivaði Føroya Landsstýri soljóðandi bræv til hvønn einstakan starvsmann undirskrivað av P. M. Dam:
»Landsstýrið hevur ..... ........ hósdagin 18. august 1960.«
Teir, sum stóðu fyri verkfallinum, høvdu skrivstovu á Hotel Hafnia, har starvsfólk kundu venda sær at frætta tíðindi. Tá ið eg hevði fingið frammanfyristandandi skriv frá landsstýrinum, fór eg á Hotel Hafnia at spyrja, um eg skuldi fara til arbeiðis hós-dagin hin 18. august. Svarið var: ÓMØGULIGA!
Verkfallið endaði við, at semja varð um at hækka allar grundlønir við 10% og at seta niður nevnd at gera uppskot til løgtingslóg um tænastumenn landsins. Henda løgtingslóg varð samtykt á vári 1961 og varð kunngjørt gjøgnum nógvar Dimmalættingar í mai 1961. Henda stóra tænastumannalóg varð skrivað í 8 eintøkum við »carbonpappíri« millum hvørt eintakið. Varð bókstavur sligin skeivt, skuldi tað ikki síggjast, at har var rættað. So strong vóru krøvini tá!
Fyrsta lógin hjá Starvsmannafelagnum er samtykt á fundi hin 6. mars 1961. Í § 12 í hesari lóg stendur, hvussu Meginfelag Starvs- og Tænastumannafelag skal bera seg at í øllum felagsmálum. Um hetta felag er til enn, er ókunnugt fyri m.
Sama dag ? 27. oktober 1961 ? sum sáttmálin millum Føroya Landsstýri og Starvsmannafelagið er undirskrivaður, er kunngerð nr. 66 viðv. arbeiðstíðini á skrivstovu landsins undirskrivað. Kunngerðin er soljóðandi:
»Eftir § 8 í sáttmála, 27. oktober 1961, millum landsstýrið og starvsmannafelagið eru tær lønir, ið har eru fyrisettar, roknaðar fyri fulla dagliga arbeiðstíð, sum er 42 tímar um vikuna.
Sostatt verður við hesum fyrisett, at arbeiðstíðin fyri skrivstovufólk og -lærlingar frá 1. november 1961 er frá kl. 9?16.30, leygardag tó frá kl. 9?13.30, og er henda skrivstovutíðin í einum.-« Undirskrivað P. M. Dam løgmaður og meðundirskrivari J. Djurhuus.
Hetta vóru krøvini ? 7 1/2 tíma um dagin á einari almennari skrivstovu, undir hørðum arbeiðstrýsti ? skrivstovu sum ikki hevði fingið góðkenning frá Arbeiðseftirlitinum, um tað hevði verið til tá, VIÐ ONGARI MATSTOVU!!
Vit 4 ? Niclas Andreassen, Esta í Funningsstovu, Viggo Planck og eg, høvdu øll verið í Danmark og fingið okkum fakliga útbúgving ? Niclas Andreassen komin upp undir land við hægri lesnaði, men noyddist at gevast av peninganeyð. Vit vistu, eftir hvørjum reglum fakliga útbúgvin fólk starvaðust. Hesin fyrsti sáttmálin hjá Starvsmannafelagnum hevði 4 lønarflokkar og reglur vóru fyri framflutningi. Limagjaldið var 120 kr. um árið og 30 kr. um árið fyri lærlingar. Ongin av okkum misti lønina fyri august mánað og komst hetta allarhelst av, at tænastumenn eisini vóru í verkfalli.
Longu í 1971 fingu tænastumenn landsins nýggja tænastumannalóg. Atli P. Dam var tá løgmaður, og heimastýrisflokkurin mannaðu eisini tá Føroya Landsstýri.
Tá ið lgøtingið var slitið á vári 1971, hevði tað hækkað lønirnar hjá løgtingsmonnum, landsstýrismonnum og tænastumonnum, men setti starvsfólkini eftir. Starvsmannafelagið boðaði frá verkfalli, og allar almennar skrivstovur stóðu stongdar í august 1971. Men nú fingu starvsfólkini ikki løn, meðan tey vóru í verkfalli. Tey, sum vóru ringast fyri, kundu venda sær til Starvsmannafelagið og fáa peningaliga hjálp. Eftir at hava sitið í almennum starvi í 20 ár og í 11 ár við ongum framflutningi, fekk eg hetta árið bert 11 mánaðarlønir.
Men nú kom stóra fíggjarliga skrædlið í almennum lønarútreiðslum. Starvsmannafelagið, ið hevði havt 4 lønarflokkar, fekk nú sáttmála við Føroya Landsstýri um 40 lønarflokkar. Men ikki vóru tað tey, um høvdu longsta starvsaldurin, ið vóru lyft upp í hægri lønarflokk eins og siðvenja er innan almenna umsiting í øllum okkara grannalondum. Fólk vórðu tilvildarliga sett í teir ymisku lønarflokkarnar ? hvørki eftir fakligari útbúgving ella starvsárum ? men eftir hvussu tey stóðu í eygunum á stovnsleiðarum, sum ikki høvdu sæð eitt alment skrivaraborð, fyrr enn teir vórðu settir sum skrivstovustjórar.
Starvsfólk innan føroyska umsiting vórðu ikki tvingað at vera limir í Starvsmannafelagnum, fyrr enn eftir verkfallið í 1971. Starvsmannafelagið var so framligt, at tað gjørdi avtalu við Føroya gjaldstovu um at taka fyri limagjaldið, áðrenn lønin var útgoldin. Tað eg veit, vóru vit bert 3 limir, sum nokaðu felagnum at fara inn á lønarkontoina.
Nú Starvsmannafelagið hevur 1700 limir, er tað blivið ein maktfaktorur í Føroyum, og tað var ikki hetta, felagið varð stovnað til. Men hetta er prógv um, hvussu tað almenna í Føroyum hevur broytt seg út á alt samfelagið.