Starvsmannafelagið veit ikki hvagar apan skal sendast

Stríðið um nógv umrøddu uppsagnirnar í Krinvarpinum harðnar. Starvsmannafelagið ætlar at klaga, men tvídráttur hevur tikið seg um, hvagar klagan skal sendast

Síðsta orðið um illa umstríddu uppsagnirnar í Kringvarpinum beint eftir nýggjár, ikki sagt enn.

Men nú verður málið lyft upp á eitt hægri stig.

Í hesum sambandi hevur Starvsmannafelagið gjørt av at klaga leiðsluna í Kringvarpinum.

Men trupulleikin er bara, at Starvsmannafelagið veit ikki, hvagar tað skal senda apuna.

Støðan er tann, at tvídráttur er um, hvør er tann rætti kærumyndugleikin.

- Stýrið fyri Kringvarpið hevur boðað okkum frá, at møguligar kærur skulu sendast til mentamálaráðið, sigur Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum.ð

Men tað er Mentamálaráðið ikki samgt um.

- Mentamálaráðið hevur boðað frá, at tað er stýrið fyri Kringvarpið, sum er rætti kærumyndugleiki.

Selma Ellingsgaard sigur, at hesa seinastu tíðina hava tey roynt at fingið greiðu á, hvat tey skulu skriva uttan á brævbjálvan við kæruni.

- Tað er eitt mál vit arbeiða við og so skjótt, vit hava funnið útav, hvagar kæran skal sendast, verður hon send, leggur hon afturat


Til fánýtis

Beint eftir nýggjár vórðu átta fólk uppsøgd í Kringvarpinum.

Men Starvsmannafelagið, sum er fakfelagið hjá sjey av teimum átta uppsøgdu starvsfólkunum í Kringvarpinum, hevur hvørki viljað góðtikið uppsagnirnar ella tær mannagongdir, sum Kringvarpið brúkti í sambandi við tær.

Starvsmannafelagið royndi alla tíðina at fáa leiðsluna í Kringvarpinum at taka uppsagnirnar aftur, tí mett varð ikki, at grundarlag var fyri teimum.

Samstundis gjørdi felagið greitt, at tað fór ikki at sleppa málinum.

Men tað var til fánýtis og uppsagnirnar vórðu settar í verk.

Men Starvsmannafelagið hevur vil framvegis ikki lata sær hetta lynda.

- Vit góðtaka ikki uppsagnirnar og tí hava vit klaga leiðsluna í Kringvarpinum, sigur Selma Ellingsgaard.


Onki grundarlag

Selma Ellingsgaard staðfestir, at Starvsmannafelagið er framvegis klettafast í síni sannføring um, at onki grundarlag er fyri Starvsmannafelagnum.

Hon hevur eisini áður sagt, at hon er beinleiðis skelkað av framferðini hjá leiðsluni í Kringvarpinum.

- Kringvarpið hevur ført fram, at uppsagnirnar eru neyðugar fyri at spara, men okkara áskoðan er, at uppsagnartíðin er so long, at lítil og ongin sparing stendst av uppsagnunum.

Og samstundis, sum átta fólk eru søgd úr starvi, hevur Kringvarpið sett nýggj fólk í starv - og talan er um minst tvey fólk, sum eru sett í starv, samstundis sum um at uppsagnir vórðu fyrireikaðar og settar í verk.

- Tað er ein andsøgn í sær sjálvum, sigur Selma Ellingsgaard.


Brotið mannagongdir

Starvsmannafelagið er eisini av teirri áskoðan, at Kringvarpið hevur ikki hildið seg til ásettar mannagongdir, hvørki tá ið størv vórðu sett, ella tá ið uppsagnir vórðu settar í verk.

- Vit halda, at Kringvarpið onki hevur gjørt fyri at vita um tað bar til at sleppa undan uppsagnum við at bjóða fólki at arbeiða parttíð ella við at gagnnýta ásetingarnar í eldrapolitikkinum í sáttmálanum.

- Talan kann eisini verða um nátúrliga frágongd í einum ári.

Men tá ið nýggj fólk samstundis eru sett í starv, varð okkurt av størvunum ikki lýst leyst yvirhøvur, sum øll almenn starv skulu.

Og eitt av størvunum var bara lýst á heimasíðuni hjá Kringvarpinum og tað heldur Starvsmannafelagið ikki er nøktandi.

- Treytin er, at øll størv skulu lýsast leys og tí halda vit, at tað er sáttmálabrot, tá ið eitt starv bara er lýst á heimasíðuni hjá Kringvarpinum.

- Tað er eisini sáttmálabrot og brot á almenna setanarpolitikkin, at álitisfólkið á stovninum ikki hevur fingið málið til ummælis og skal vera við í setanarbólkinum.

Samstundis tvíheldur Starvsmannafelagið um, at Kringvarpið setti uppsagnirnar í verk, áðrenn freistin var úti og áðrenn Starvsmannfelagið hevði fingið innlit í tey viðurskifti, sum innlit varð biðið um.

Eitt krav frá Starvsmannafelagnum hevur verið, at onkur av teimum nýggju størvunum, sum eru sett, verða ógildað.

Men Selma Ellingsgaard ásannar, at tað verður tórført, nú fólkini eru sett í starv.

- Tað er heldur ikki ábyrgdin hjá starvsfólkunum, at tey eru sett í starv. Tað er ein trupulleiki, sum Kringvarpið eigur. Tað, sum vit fyrst og fremst hugsa um, er at fáa uppsagnirnar ógildaðar.

Hon hevur onga viðmerking til, hvat fer at henda, skuldi Helena Dam á Neystabø ikki givið Starvsmannafelagnum viðhald.

- Góðtekur landsstýriskvinnan uppsagnirnar og framferðina hjá leiðsluni hava vit eina nýggja støðu, sum vit taka til viðgerðar tá.

Men áður hava tey nevnt møguleikan fyri at stevna Kringvarpinum, men ein annar møguleiki er eisini at leggja málið fyri Løgtingsins Umboðsmann.

Leiðslan í Kringvarpinum hevur ikki viljað sagt so nógv um uppsagnirnar av tí, at talan er um persónsmál.

Men Annika Mittún Jacobsen stjóri, hevur alla tíðina ført fram, at einasta orsøk til uppsagnirnar eru sparingar og at allar mannagongdir eru fylgdar út í æsir.