Starvsvenjing á hægri støði

Nógvir næmingar fáa ov lítið burturúr í starvsvenjingini, og tí hevur Fuglafjarðar Skúli skipað fyri, at næmingarnir sjálvir bókføra teirra royndir, tá teir eru í starvsvenjing


 


Tá næmingar koma í framhaldsdeildina, fáa teir møguleikan at uppliva mangt, sum gevur teimum varhugan av framtíðini, ið liggur fyri føtur teirra. Millum annað, er starvsvenjingin, ið er sera týdningarmikil, av tí stóru ávirkan ein hevur á alt, sum tannáringur. Tíverri verður hetta evnið ikki altíð tikið fyri álvara, men bert sætt sum nakað, ið ger ónáðir á arbeiðsøkjum. Ofta er komið fyri, at arbeiðsplássiðð bert geva næmingunum tað keðiligasta arbeiði, sum at vaska vindeygu, dustsúgva, og annað tílíkt. Næmingar eru ikki beinleiðis ónøgdir, men alt ov ofta eru næmingar, ið hava fingið ov lítið burturúr, hesar tvær vikurnar, í starvsvenjingini.

Tað er kanska ikki so lætt, at ein ungur óroyndur næmingur kemur soleiðis brestandi inn á eitt arbeiðspláss. Men um teir í staðin fyri sum mangan at verða sleptir upp á fjall fingu møguleikar at víst hvat teir dugdu til, so kundi verið øðrvísi.

Dagfinnur Danbjørg, kom við hesi viðmerking:

? Her á Fuglafjarðar Skúla, hava vit skipað fyri einum tiltaki, ið kanska fer at ávirka starvsvenjingina. Vit eru ikki tey fyrstu ið hava syrgt fyri hesum, tí á Toftum og í Runavík, er nakað líknandi farið fram. Vit hava gjørt ein bókling, ið vónandi kann hjálpa næmingunum, og møguliga eisini fer at geva teimum eitt eydnuríkt upplivilsi, í mun til tað, ið áður hevur verið. Bóklingurin inniheldur nakrar spurningar, ið næmingarnir skulu svara uppá áðrenn starvsvenjingina, síðani skulu teir viðgera tað ímeðan teir eru í starvsvenjing, t.v.s. samla vitan um arbeiðsøki, og aftaná skulu teir aftur viðgera tað, ið gekk fyri seg á arbeiðsøkinum.

? Hetta fer helst ikki at ávirka skúlar um alt landið, beinanvegin, men vónandi um eitt ár ella tvey, fer hetta at vera eitt almennt tiltak. Tað einasta ið er galið nú, er at tá ið landið viðtók, at næmingar á øllum skúlum kundu fara í starvsvenjing, syrgdi man ikki fyri at allir almennir stovnar fóru at taka ímóti næmingunum. Í øllum førum, skuldu man syrgt fyri, at teir stóru stovnarnir fóru at taka ímóti næmingunum. Enn og betur hevði verið, um allir stovnar høvdu gjørt eina skipan, har ein hevði haft eina áskoðan yvir hvat ein skal gera hvønn dag. Vit kunnu bert vóna at hetta fer at verða tikið við álvara. Ein stór hjálp, ið longu er skipað fyri, er at lærarnir koma og vitja næmingarnir, tá starvsvenjingartíðin fer fram.

Tvær gentur, Jutta S. Linklett og Hennie Joensen, úr10. fl. í Fuglafjarðar Skúla, søgdu, at starvsvenjingin í ár, hevur verið meira áhugaverd enn síðst. Tær eru á Tórshavnar Sjómansheimið, og ein av teimum hevur enntá ein framtíðardreym, at gerast flogterna, so hetta við at arbeiða á matstovu, er ein sonn roynd fyri hana. Hin, hevur harafturímóti ikki áhuga í at arbeiða á hotelli, men sigur, at hetta er nakað heilt annað enn hon hevði væntað.

? Arbeiðið lærir ein nógv. M.a. at verða framligur, og hyggja inn í eyguni á fólki, ístaðin fyri at standa og gløða niður í gólvi og smæðast. Tað kemur kanska av tí, at um vit gera okkurt skeivt, so skelda tey okkum ikki, men áminna okkum vinarliga, hvat feilurin er.

? Vit royna tað vit kunnu, at vera við í øllum, og tað gera arbeiðsfólkini eisini. í grundini er eingin munur á okkum og teimum. Tey loyva okkum at royna alt. Um okkurt er, ið vit kanska ikki duga, sum t.d. at svara viðskiftafólkinum spurningar, hjálpa tey okkum beinanvegin. Vit skiftast um at vera í móttøkuni, matstovuni, og at vera á gongini. Tað er stuttligt, men tað kemur eisini ann uppa hvat vit verða settar at gera. Tó, er hetta ikki nakað, eg hevði kunnað hugsað mær at arbeitt við alt lívið, sigur Jutta.

Hennie, harafturímóti, hevur aðrar ætlanir:

? Vit væntaðu ikki so nógv, tá fingu at vita, at tað var her vit skuldu. Tey tóku sera væl ímóti okkum, og vit kendu okkum als ikki fremmandar. Vit hava roynt alt ið er at royna, og eru sera væl nøgdar, eisini av tí, at arbeiðsfólkini eru so blíð og opin. Henda roynd, hevur gjørt, at eg væl hevði kunnað hugsað mær at arbeitt við onkrum líknandi hesum, seinni. Kanska okkurt ið er eitt sindur øðrvísi, sum flogterna.

? Bóklingurin frá skúlanum, hevur gjørt ein mun fyri okkum. Kanska ikki ein so ótrúliga stóran mun enn, men eg eri í øllum førum væl nøgd, afturímóti síðst. Tá varð eg sett at vaska og sovorit har. Har var tó ikki ov nógv at gera, men tey høvdu fegin kunnað givið mær okkurt annað frægari at gjørt.

Tær eru báðar, sum sagt, væl nøgdar, og vóna at starvsvenjingin fer at vera tikin við álvara í framtíðini. Hóast flestu fyristøðufólkini, eru ógvuliga áhugaverd í at fáa næmingar í starvsvenjing, er møguligt at gera meiri burturúr!