Eg var fyrst í Fragd & Fimi og spurdi tær báðar, Belindu Sigmundsdóttir Berg og Billu Jenny Jónleifsdóttur Joensen um, hvat ið tær gjørdu og hvussu teimum dámdu, o.s.fr.Teimum dáma sera væl at vera í starvsvenjing í Fragd & Fimi, og fólkini, ið arbeiða har eru eisini sera fitt. Tær taka m.a. ímóti peningi frá teimum, ið vitjandu og tey vaska maskinurnar, sum fólkini brúka. Tær trena eisini eitt sindur sjálvar. Eg spurdi tær eisini, um har vóru meira mannfólk enn konufólk. Belinda var tá skjótt at svara at her vóru meira mannfólk og at tey flestu konufólkini hildu til í Yndi. At enda søgdu tær at tær, við einum brosi, at tær fingu tikið sól fyri einki.
Síðani fór eg í SMS at fáa eina samrøðu við Miriam, sum var stødd í Bodyshop í starvsvenjing. Hetta dámdi henni sera væl. Hon sigur, at hon ger næstan alt tað sama, sum hinar í Bodyshop gera. Tað einasta hon ikki ger, er at standa við kassan. Hon setur m.a. vørur upp, sum eru komnar inn. Hetta er mest sápa, parfuma og sminka, men tó er jólapynt eisini byrjað at koma upp á hillarnar, og hesum stendur Miriam eisini fyri. Miriam sigur at enda, at síðst á degnum, støvar hon av. Hetta var ikki nakað, sum Miriam ætlar at fáast við, í framtíðini, men hetta er hóast alt, nakað hon fær gagn av.
Guðrun Ziska, er í starvsvenjing í bakarínum í Frants Restorff. Hettar er
sera áhugavert, men eisini strævið tá ið hon skal møta klokkan 5.00
stundisliga hvønn morgum, men hon fær frí ímillum klokkan eitt og tvey, so tað er kanska ikki so galið kortini. Guðrun sigur at byrja við, við einum brosi, at hon hevur lært at bróta egg við einari hond. Hon ger fyri tað mesta køkur, bollar og ymiskt annað klárt til at blíva bakað. Hon hevur eisini bakað ymiskt sjálv. Guðrun hevur eisini prøvað at vaksa teir mongu, stóru ovnarar hjá Frants. Hetta er sera áhugavert at síggja hvussu alt gongur fyri seg, og eisini hvussu teir mongu bakararnir arbeiða frá tíðliga á morgni til middags. Strævið lív sigur hon at enda.
At enda fór eg í Skansastovu at vita hvussu gekk hjá Alexander og Remi,
sum vóru har í starvsvenjing. Tá ið eg kom innar, sótu teir báðir og spældu
guittar. Teir vóru møttir upp eitt sindur áðrenn, teir skuldu, tí at tað var
cool at jamma eina løtu, áðrenn teir byrjaðu starvsvenjingina sjálva. Lagið
var gott á teimum báðum, og teimum dámdu sera væl at vera har. Teir hava
m.a. hjálpt við at undirvísa yngri næmingar í tónleiki, og teir hava eisini
spælt sjálvir. Teir høvdu lisið nótar og vant, seg í øllum møguligum
ljóðførum. Við endan siga teir, ímeðan teir flenna, at teir eisini at enda á
degnum rudda eitt sindur upp í húsinum.