Starvsvenjing
Berit Mohr
Mariann Askham:
Mariann er í starvsvenjing hjá salong Bronx í Havn. Við Sosialin sigur hon, at henni hevur dámt væl, og hon hevði upp á ein máta tímað at lært til frisør. Hon hevur vaskað hár, feiað og gingið til handa á ymiskan hátt í salongini.
Hon valdi eisini danska verjuskipið Tetis, men báturin sigldi ikki undir Føroyum í tí tíðarskeiðinum, starvsvenjingin var.
? Tey, sum eg arbeiði hjá eru sera fitt at vera hjá, sigur Mariann, sum heldur at tað er sera spennandi at sleppa at royna seg í starvsvenjing.
Hallgerð Næs Simonsen:
Hallgerð hevur verið í starvsvenjing hjá Pau í Havn. Hon hevur fingið øgiliga nógv burturúr, og hon sigur, at hon hevði væl tímað at lært til sniðgeva, tí tað er sera læruríkt og áhugavert. Hon er eisini sera fegin um, at næmingar í fólkaskúlanum sleppa at royna seg á arbeiðsmarknaðinum.
- Eg valdi eisini Guðrun & Guðrun, men tey tóku ikki í móti praktikantum. Eg eri sloppin at gera nógv sigur Hallgerð, sum dámdi avbera væl hjá Pau.
Rasmus Jackobsen:
Rasmus er í starvsvenjing í Tórshavnar Skipasmiðju. Honum dámar ógvuliga væl, tí hann hevur altíð havt áhuga í skipum
- Hetta er júst tað, eg vil, sigur Rasmus, meðan hann arbeiðir upp á eina skrúvu.
Og hann heldur fram, at hann hevði væl tímað at lært til skipasmið. Umframt skipasmiðjuna valdi hann eisini Christian í Grótinum og Føroya Bjór, og hann var sera fegin, at hann fekk sítt fyrsta ynski uppfylt.
Susan Guðjónsson:
Susan hevur verið í starvsvenjing hjá salong Tótu í Havn. Tá Sosialurin vitjaði hana, var hon í ferð við at seta hárið á eini dukku. Henni dámar sera væl arbeiðið innan frisør. Tá ið vit spurdu, um hon hevði nakrar framtíðarætlanir um at útbúgva seg sum hárskerða, segdi hon, at tað mátti tíðin koma at vísa. Men hon hevði eisini valt eina aðra frisørstovu at fara í starvsvenjing hjá, so ongin ivi tykist vera um, at henni dámar yrkið.
Durita Ljósstein Johansen:
Durita er í starvsvenjing hjá tannlæknastovuni hjá Sólvu Eystberg í Klaksvík. Henni dámar sera væl og hon hevði møguliga tímað at lært til tannlækna. Hon hevur vaska amboð, leita eftir journalum og verið við til at gera handilstenn, Hon møtir klokkan 8:30 hvønn morgun og arbeiðir inntil klokkan fýra ella fimm.
Jóhann Edvin Hansen:
Edvin er í starvsvenjing hjá grafikaravirkinum Vasti í Klaksvík.Honum dámar sera væl har, tí har er eitt sindur av hvørjum. Tá ið vit spurdu, um hann hevði tímað verðið grafikari, svaraði hann, at tað er væl møguligt.
? Tað er stórur kjansur fyri tí, sigur hann.
Hann hevur gjørt ymiskt, animerað nakrar myndir, verið við at gjørt onkran faldara, og tílíkt. Hann hevur sæð, hvussu tey arbeiða her, og hvussu alt gongur fyri seg.
Hann møtir hvønn morgun klokkan 9:00 og er so liðugur klokkan uml. 16:00.
Hann valdi Vasti, tí honum dámar væl at fáast við teldur og helt, at Vasti ljóðaði áhugavert. Hann valdi Com-data og bakaríið hjá Símun sum nummar 2 og 3.
Jóhanna Reyðberg 15 ár:
Jóhanna er í starvsvenjing í skúlanum á Ziskatrøð í Klaksvík. Hon heldur, at tað er sera stuttligt, men strævið. Tá ið vit spurdu, um hon hevði tímað lært til lærara, segði hon ja, men ikki í 1. klassa. Hon hevur hjálpt teimum at rokna, skriva og lesa.
Hon arbeiðir bara fyrrapartar.
Hon valdi fólkaskúlan, tí tað vildi hon fegin royna. Hon arbeiðir mest saman við teimum báðum lærarunum í fyrsta flokki, og hon letur sera væl at.