Fyrsta fremmanda seglskipið í ár hevur verið og vitjað. Tað var norska skúlaskipið Statsraad Lehmkuhl, sum kom til Havnar mikukvøldið og fór avstað aftur seinnapartin hósdagin.
Av havnarskrivstovuni í Havn verður sagt, at skipið eftir ætlan kemur aftur einaferð seinni í summar.
Skipið, sum kom úr Noreg fór aftur til Noregs við teimum umleið 140 fólkunum umborð, har nógv tey flestu eru næmingar. Fasta manningin telur 22 fólk.
Statsraad Lehmkuhl er barkriggað skúlaskip. Tað størsta í Noreg. Skipið hevur eina totallongd, við sprydinum, upp á 98 metrar. Sjálvur skrokkurin er 84,6 metrar langur. Skipið er merkt 1.516 BT.
Statsraad Lehmkuhl varð smíðað í Bremerhaven-Geestemünde og æt tá »Grossherzog Friedrich August«.
Eftir fyrra heimsbardaga tóku bretar skipið sum herfong, og í 1921 kom skipið til Bergen og hevur verið norskt síðan. Tó tóku týskarar skipið aftur frá norðmonnum undir seinna heimsbardaga og nevndu tað tá »Westwärts«.
Í dag er tað grunnurin Statsraad Lehmkuhls Venner, sum eigur og rekur skipið.