Stefan ætlar sær av landinum

Føroyski málskjúttin í kvøld vónar, at málið í Kosovo fer at gloppa onkrar dyr, tá ið flytingarvindeygað letur upp í januar

Mikukvøldið varð hann í 77. minutti fyri fyrstu ferð skiftur inn á a-landsliðið. Í kvøld varð hann skiftur inn, tá ið tað restaðu 20 minuttir, og í 77. minutti var tað hann, sum skoraði, og tað bar við sær, at Føroyar megnaðu 1-1 á útivølli ímóti Kosovo.

 

Talan er um Stefan Radosavljevic, sum er føddur í Serbia, og sum er uppvaksin í Føroyum. Hann bíðaði í nøkur ár eftir heimarættinum, sum bar við sær, at hann hevði rætt at umboða Føroyar. Tað hevur hann gjørt í 18 U-21 landsdystum, og tá skoraði hann fimm mál.

 

Í kvøld var hann fyri aðru ferð á a-landsliðnum, og hann skoraði.

 

-Hetta er størsta fótbóltsløtan higartil fyri meg. Dreymurin er at fara av landinum at spæla og at skora á landsliðnum fer ikki aftur við borðinum, so kanska fer okkurt at vísa seg, nú tá ið flytingarvindeygað letur upp, sigur Stefan Radosavljevic við Trónd Arge í samrøðu á FM1. Hann var ikki sørt sinniliga ávirkaður, tá ið hann royndi at greiða frá.

 

Hvussu upplivdi tú at skora fyrsta málið á landsliðnum?

 

-Tað var ein fín kensla. Støðan var ikki ókend, og tá ið man hevur sjálvsálit, so ber alt til. Eg havi sjálvsálit, og tað var so upplagt at royna við at lyfta bóltin omanfyri málverjan, og tað var sera góð kensla at síggja, at tað eydnaðist, og at bólturin trillaði í málið, sigur Stefan Radosavljevic, sum javnaði til 1-1 í Kosovo í kvøld.

 

Tú ert føddur í Serbia og ber serbiskt eftirnavn. Áður er tað komið fyri, at spælarar við serbiskum navni ikki hava verið so væl sæddir í Kosovo. Kendi tú nakað til tað í kvøld?

 

-Eg havi tosað við familjuna um, hvussu hetta mundi fara at spæla av, og ráðini vóru, at eg skuldi vera heilt kaldur og einki tekin vísa um órógv, um onkur gav misnøgd til kennar. Men tað varð ikki aktuelt, tí eingin gav tekin um nakað sum helst. Nú fegnist eg um, at tað í kvøld fyri fyrstu ferð eydnaðist at skora á føroyska a-landsliðnum, sigur Stefan Radosavljevic.