Steffan: Hetta er tað størsta eg havi upplivað í fótbólti (FM1)

(FM1) Endurhoyr føroyska málið móti Fraklandi U21, og hoyr føroyska málsskjúttan seta orð á megnar avrikið hjá U21-landsliðnum

##med2##

 

Føroyska U21-landsliðið hevur fingið eitt tað størsta úrslitið nakrantíð í kvøld við 1-1 javnleikinum móti Fraklandi. Steffan A. Løkin gjørdist stóra hetjan hjá Føroyum tá hann gagnnýtti eitt verjumistak hjá franska liðnum. Tá vóru 10 minuttir farnir av dystinum. Føroyska U21-landsliðið hevur nú fýra stig fyri tríggjar dystir. Liðið hevur vunnið 2-0 og hevur tapt 0-2 fyri Armenia, og so er javnleikurin í kvøld lægstur aftrat. Hini liðini í bólkinum eru Ukraina, Serbia og Norðurmakedonia.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

 

1) Hoyr frásøgumannin hjá FM1, Tróndur Arge siga frá minniliga málinum hjá Steffani A. Løkin.

 

2) Hoyr samrøðuna Petur Asbjørn Lervig, reportari hjá FM1 gjørdi við Steffan, ið slær fast, at talan er um mest fantastisku upplivingina hann hevur havt í fótbólti. 

 

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá hæddarpunktunum í dystinum. Hoyr eisini samrøðuna Tróndur gjørdi við Bagga.

 

HER  ber til at hoyra samrøður við málverjan, Bárð á Reynatrøð.

 

HER ber til at hoyra samrøður við Áka D. Samuelsen, Børga Petersen og Steffan Radosavljevic. 

 

##med3##