Steingja skúlar av ótta fyri SARS

Kinesisku myndugleikarnir hava gjørt av at steingja allar barna- og ungdómsskúlar í høvuðsstaðnum. Orsøkin er SARS-sjúkan.

1,7 milliónir børn í kinesiska høvuðsstaðnum Beijing sleppa frá at fara í skúla í ein heilan mánað.

Tað kunngjørdu tey kinesisku bløðini í gjár. Orsøkin er, at heilsumyndugleikarnir í býnum hava sett sær fyri at forða fyri, at tann herviliga lungnasjúkan SARS skal fara at gera um seg í teimum nógvu skúlunum í býnum.

Samstundis eru myndugleikarnir farnir undir eina rættiliga herferð, sum hevur til endamáls at finna øll, sum hava fingið smittuna, so tey kunnu fáa ta neyðugu viðgerðina, og soleiðis at tey ikki bera sjúkuna víðari.

-Eingin tilburður sleppur undan. Vit skulu hava fatur á øllum, segði formaðurin í Beijing-deildini hjá kommunistaflokkinum í gjár.

Alment eru 97 kinesarar deyðir av SARS, harav 28 í Beijing. Aðrastaðni hevur sjúkan kravt 133 mannalív, og umleið 4.000 fólk eru smittað. Vísindafólk um allan heim arbeiða av øllum alvi fyri at finna ein heilivág ímóti sjúkuni.