Seinnapartin í gjár var ein heilt serlig og hugnalig vitjan í býráðshúsinum í Klaksvík, tá eitt ferðalag úr Íslandi vitjaði. Tað serliga við hesum ferðalagnum var, at nærum allir menninir hava í eitt tíðarskeið siglt við gomlu stellunum, Stellu Kristinu og Stellu Karinu.
- Nógv fólk vóru møtt til tiltakið, har bæði søga, sangur og sjóvinnumentan vóru í miðdeplinum. Skráin byrjaði við kórsangi frá “Stellukórinum”, sum íslendingarnir róptu seg. Teir framførdu tveir sangir, og síðani helt Karl Johansen, borgarstjóri, eina røðu.
Borgarstjórin legði dent á stóra týdningin, sum skipini hava havt, bæði í Klaksvík og Íslandi. Síðan varð eitt sera flott modell av hekkutrolarunum, Stellu Kristinu og Stellu Karinu, avdúkað. Modellið hevur íslendingurin, Elvar Þór Antonsson úr Dalvík, gjørt.
Tað var í 1960, at Laksafoss-brøðurnir stovnaðu Pf. Stella, og í 1968 og 1969 komu hekkutrolararnir, Stella Kristina og Stella Karina til Klaksvíkar.
- Laksafoss-brøðurnir bygdu eisini húsið, har umsitingin hjá Klaksvíkar kommunu heldur til í dag, og tí varð húsið ofta rópt Stelluhúsið.
Í 1973 vórðu bæði skipini seld til Akureyrar, har tey fingu nøvnini, Sléttbakur og Svalbakur. Í Íslandi gjørdust skipini skjótt sera væl umtókt og menninir, sum sigldu við skipunum, vórðu ofta róptir stellumenn.
Nú íslendska ferðalagið vitjaði í Klaksvík í gjár, har teir bæði høvdu modellið og skipsklokku við, hava partarnir gjørt av, at Klaksvíkar kommuna kemur at hava modelskipið til láns fram til mai 2027.
##med2##
Á samkomuni í Klaksvík í gjár handaðu íslendigarnir eisini borgarstjóranum, Karl Johansen, orginalu skipsklokkuna á Stellu Karinu, sum teir høvdu avmonterað, áðrenn skipið var selt til upphøggingar.
Lesið eisini: Forkunnug vitjan í býráðshúsinum
https://www.in.fo/news-detail/forkunnug-vitjan-i-byradshusinum












