Tónleikur
Hann er landskendur sum ein framúr góður gospelsangari, og hansara fjølbroytti og hugtakandi gospeltónleikur hevur verið nógv at hoyrt millum føroyingar. Nú skal Heine Lützen syngja á Summar Festivalnum fyri fyrstu ferð. Hann fer at hava konsert Vágsbøi seinnapartin leygardagin 4. august.
Tað eru liðin meira enn 20 ár, síðani Heine Lützen var við til fyrstu upptøkurnar hjá sær sum gospelsangari, og tá ið hann nakað seinni var við til útgávuna hjá Samsint, kom hann av álvara fram í ljósið. Seinnu árini er Heine meira kendur sum solistur, og hann hevur givið tvær frálíkar fløgur út, sum fólk hava tikið sera væl ímóti.
Heine hevur bólk við sær á Summar Festivalin, og teir fara at spæla popputan rock. Teir hava gjørt sínar egnu útsetingar av onkrum sálmum, og sjálvandi verða onkrir av teimum sangunum, sum Heine hevur verið nógv frammi við, eisini at hoyra á konsertini.
Í bólkinum hjá Heina Lützen spæla Jónsvein Heinesen (keyboards), Gunnar Guttesen (trummur), Sven Aage Drewsen (bass) og Rúni Eysturlíð (gittar).