Sterkir skjúttar

Trí føroysk ungfólk tóku um vikuskiftið lut í norðurlendsku kappingini fyri juniorar í bogaskjótgin

Tey trey, Annika Vang, Alberta Gaardlykke og Eirikkur á Jákupsstovu hava um vikuskiftið verið í Helsinge í Danmark.
Annika Vang kappaðist í recurve, og eftir at hon fyrra dagin gjørdist nummar níggju, gekst minni væl seinna dagin, tá hon gjørdist nummar 15.
Eirikkur Joensen, sum tók lut í kappingini í compound fekk besta føroyska úrslitið. Í innleiðandi umfarinum gjørdist hann nummar seks, og sunnudagin togaði hann seg enn eitt pláss upp, so talan gjørdist um eitt fimta pláss.
Alberta Joensen gjørdist somuleiðis nummar seks í compound í innleiðandi umfarinum, men seinna dagin datt hon eitt pláss niður, og gjørdist nummar sjey.