Sterkt týskt landslið á Tórvølli týsdagin

Týski landsliðsvenjarin, Joakim Löw, hevur úttikið hópin til dystin móti Føroyum.

Týski landsliðsvenjarin, Joakim Löw hevur úttikið hópin til HM-undankappingardystin móti Føroyum, sum verður á Tórsvølli týsdagin 10. september, kl. 19:45, skrivar heimasíðan hjá fótbóltssambandinum.

 

Allir spæla í stóru kappingunum runt um í Europa, og ikki færr enn tíggju av leikarunum spæla til dagliga við FC Bayern Munchen ella Borussia Dortmund, ið spældu Champions League-finaluna seinasta kappingarár, skrivar fsf.fo.

 

Áðrenn týska landsliðið kemur til Føroyar, spæla teir undankappingardyst á heimavølli ímóti Eysturríki. Tí kann vera, at smávegis broytingar verða í týska hópinum undan dystinum á Tórsvølli týsdagin í komandi viku.

 

Týski hópurin sær soleiðis út:

 

Málverjar:

Manuel Neuer, FC Bayern Munchen

Rene Adler, Hamburger SV

Ron-Robert Zieler, Hannover 96

 

Verjuspælarar:

Jerome Boateng, FC Bayern Munchen

Benedikt Høwedes, FC Schalke 04

Mats Hummels, Borussia Dortmund

Philipp Lahm, FC Bayern Munchen

Per Mertesacker, Arsenal

Marcel Schmetzer, Borussia Dortmund

 

Miðvallarar:

Lars Bender, Bayer 04 Leverkusen

Sven Bender, Borussia Dortmund

Julian Draxler, FC Schalke 04

Sami Khedira, Real Madrid

Toni Kroos, FC Bayern Munchen

Thomas Muller, FC Bayern Munchen

Mesut Özil, Arsenal

Marco Reus, Borussia Bortmund

Sidney Sam, Bayer 04 Leverkusen

Andre Schurrle, Chelsea

 

Framherjar:

Mario Gomez, AC Fiorentina

Miroslav Klose, Lazio

Max Kruse, Borussia Dortmund