Blái steypahýrurin fær ongan enda í dag.
Neistin hevur spælt seg í seks finalur hetta vikuskiftið, og fyri løtu síðani syrgdu gentur 14 fyri at hin fimta var vunnin eins og allar tær undanfarnu.
Tað hendi sannførandi móti H71, har Neistin frá fyrsta bríksli var omaná, og tóktust at avgera dystin beinanvegin. Nógvar bjargingar og ein góð verja løgdu lunnar undir nógv skjótálop, og oftast vórðu hoyvíksgentur revsaðar.
Eftir 5-14 í hálvleikinum var ikki hugsingur um at dysturin fór at gerast spennandi, men H71 kundu fegnast um at málverji teirr fór at fremja fleiri flottar bjargingar. Tað gjørdi neistamálverjin eisini allan dystin, og tá ið dysturin var av, hevði Neistin vunnið og fingið fimta neistasteypið hetta vikuskiftið.
Neistin hevur enn ein møguleika at prýðka steypaskápið, tá ið gentur 16 skulu spæla móti H71.
Áðrenn hetta spæla dreingir 14 hjá H71 og VÍF. Dreingir 16 hjá H71 og StÍF spæla seinastu finaluna ársins steypadegi