Steypaliðini yvir øllum

Fleiri ferðir hevur verið sagt upp í saman, at StÍF er steypaliðið yvir øllum. Við 9. finaluplássinum av seinastu 10 møguligum er hetta nú heldur ikki heilt av leið.

Men skal StÍF takast í steypakappingini, so er júst Kyndil rætta boðið. Bara tvær ferðir, síðani StÍF tapti finaluna móti VÍF í 1999, hevur annað lið vunnið kappingina. Báðu ferðina var tað Kyndil, sum vann, og seinnu ferðina enntá í finaludysti móti StÍF.

 

Og júst tað tapið vilja strandingar hevna í dag.

- Eg meti at vit fara til Havnar leygardagin og hølva Kyndil av. Vit hava tað besta liðið í Føroyum í ár, og tað sigur stigatalvan í landskappingini eisini, sigur Alexandur Johansen, sum ger come-back hjá StÍF, eftir at hann als ikki hevur spælt við í ár.

 

Í Kyndli vísa menn hinvegin á, at teir als ikki hava tapt nakra finalu í nógv ár. Hvørki í lands- ella steypakapping, og teir hava so ongar ætlanir um, at í dag skal verða fyrsta ferðin í so máta.

 

Síðani byrjað var upp á steypakappingina í 1985, hevur Kyndil vunnið hesa átta ferðir. Næst mest vinnandi liðið er StÍF við seks sigrum.

 

Mansfinalan á Hálsi byrjar klokkan 16.