StÍF gjørt sáttmála við Egill

22 ára gamal íslendskur leikari verður komandi ár við í hópinum hjá hondbóltsliðnum StÍF.

StÍF hevur gjørt sáttmála við íslendska leikaran Egill Már Hjartarson fyri komandi kappingarár. Egill er 22 ára gamal og spælir høgri bakkur.

 

Egill spældi við í Íslandi við ÍR og Fjølnir seinasta kappingarár. Hann hevur spælt fleiri dystir á ungdómslandsliðum.

 

Egill sigur hetta um sínar væntanir fyri kappingarárið:

 

– Eg havi høgar vónir til kappingarárið í StÍF. Eg vil vinna FM. Ið hvussu er skulu vit vera í topp fýra. Eg meti, at vit kunnu røkka hesum, tí vit hava ein góðan og breiðan hóp, sum vil vinna. Vit skulu bara spæla væl, og so er alt opið fyri okkum.