Stígur komin í stóra íbúðarætlan í Havn

Stóra verkætlanin at byggja 35 íbúðir í miðbýnum í Havn hevur fingið eitt skot fyri bógvin.

Tað skrivar Frihedsbrevet.dk í dag. Talan er um bygningarnar hjá gamla bakarínum Frants Restorff og gamla Sjúkrakassan, sum skuldu takast niður og ein íbúðarbygningur byggjast í staðin. 

Lívstryggingarfelagið Lív skuldi keypa íbúðirnar, men tað hava tey sambært Frælsisbrævið ikki hug til longur.

Við miðilin sigur stjórin í Lív, Jan Jakobsen:

– Vit hava trýst á pausu og hyggja ikki handa vegin í løtuni, sigur hann.

Ætlanin snýr seg sum sagt um bygning við 35 í búðum og parkeringskjallara. Tað byrjaði við, at byggifelagið Húsavarðatænastan keypti ognirnar hjá Frants Restorff í Tórsgøtu, sum eisini fevna um Kondittaríið og grannahúsini í Sverrisgøtu, sum standa ímillum Kissa og Kondittaríð og um eini sethús í Magnus Heinasonargøtu. Harumframt hevur Húsavarðatænastan, sum nú nevnist HVT, keypta gamla Sjúrkrakassabygningin.

– Íleggjararnir hava trekt seg eitt sindur, sigur Regin Petersen, stjóri í HVT við Frihedsbrevet. Hann váttar fyri Frihedsbrevet, at fortreytirnar fyri verkætlanini eru broyttar munandi.

– Tað skal gerast øðrvísi nú, enn vit planløgdu fyri einum hálvum ári síðani, sigur hann.

Stjórin í Lív, Jan Jakobsen sigur við Frihedsbrevet, at broytta støðan á fíggjarmarknaðinum seinasta hálva árið, er orsøkin til teirra broyttu støðu.

– Vit vilja ikki fara víðari við verkætlanini beint nú. Tí hava vit eisini boðað HVT frá, at tey eru vælkomin at kanna, hvørjir aðrir møguleikar eru, sigur hann við Frihedsbrevet.

– Vit projektera og arbeiða við at finna ein leist, har vit fáa tað selt, sigur Regin Petersen, sigur Regin Petersen, stjóri í HVT, við Frihedsbrevet.