Stillaspæl ? tað er so nógv lættari

Onkur hevur kanska undrast á, hví Fólkaflokkurin ger so lítið um seg í hesum valstríðnum. Orsøkin er, at flokkurin hevur ført valstríð alt farna valskeiðið.

Hví halda tit, at Fólkaflokkurin hevur verið so afturhaldandi, tá talan hevur verið um at føra kreppupolitikk? Hví gekk Fólkaflokkurin ikki undan, tá ið tær ópopuleru avgerðirnar skuldu takast? Og hví hevur hesin flokkurin latið aðrar flokkar taka tey tungu tøkini?


Jú, tí tøk, sum hava við sær, at livikorini hjá føroyingum gerast lakari eina tíð, slík tøk kosta atkvøður!


Tá ið so er, hví so ikki heldur lata tjóðveldissosialistarnar baksast við hesi mál. (Tjóðveldissosialistar er góðkent føroyskt felagsheiti fyriøll, sum ikki eru fólkafloksfólk. Ongin veit rættiliga hvat orðið merkir).


Teir flokkarnir, sum vístu ábyrgd, tá ið á stóð, og sum tóku tær tungu avgerðirnar fyrst í hálvfemsunum, hava so sanniliga bøtt fyri tað, men tíbetur, politikkurin eydnaðist!

Lukrativt at sita

við fíggjarmálum

í Tinganesi

Men nú er so vent í holuni. Føroyska samfelagið er við at koma fyri seg, og tí er tað aftur lukrativt at sita við fíggjarmálum í Tinganesi.

Og hvør er so flokkurin, sum júst nú situr við hesum málsøki? Jú, ongin annar enn Fólkaflokkurin! Og nú er lag á manni at gjara út til einstakar bólkar. Antin tað so verður rópt skattalætti til fiskimenn ella okkurt annað, tað er líkamikið. Bara tað gevur atkvøður.

Og hví so føra valstríð, tá ið skattalættin til fiskimenn klárar hetta fyri teg?

At so hetta uppskotið um skattalætta var illa undirbygt, og at onki landsbúskaparligt grundarlag var fyri tí, tað eru seinastu tíðindini um flytingarnar jú besta prógvið um.

Fólkaflokkurin veit, hvussu tú drepur tvær flugur við einum slagi: lat ávísan lønarbólk fáa skattalætta, so fært tú øst aðrar lønarbólkar, og atkvøðurnar eru tryggjaðar.

Tí hvør torir at tala ímóti skattalætta til fiskimenn?

Men við hesum sama uppskoti hevur flokkurin eisini tryggjað sær, at hýrurnar standa í stað ella fara niður, og hetta má av sonnum sigast at vera ektaður fólkaflokspolitikkur.

Ongin almennur studningur, nei, nú eitur tað skattalætti og hýruniðurskurður!

Mær rennur í huga søguna hjá Storm P. um svanga hundin, sum fekk eitt petti av sínum egna hala at eta.

Eitt er hvat vit meina um skattalætta til ávísan lønarbólk, annað er, at slíkur lætti eisini er eitt signal til aðrar bólkar. Eitt signal um, at tað, sum teir avrika, er minni vert, og tað kann koma okkum aftur um brekku í komandi tíðum.

Lættari at vera

føroyingur

í Føroyum

Sjálvstýrisflokkurin samtykti á landsfundi í vár at virka fyri, at tað skal gerast lættari at vera føroyingur í egnum landi!

Ein slík samtykt pliktar. Hon krevur, at tær avgerðir, sum verða tiknar á skatta-, sosial- og heilsuøkinum eru væl gjøgnumhugsaðar. At tær hava eitt greitt búskaparligt ella sosialt sikti. Til dømis kann tað ongantíð vera rætt, at okkara sjúkrahús skulu reka sjúk og gomul á dyr, samstundis sum vit lata pengar til illa undirbygdar skattalættar.

Sjálvstýrisflokkurin fer so ongantíð at góðtaka, at avgerðir á teimum mest avgerandi samfelagsøkjunum skulu byggja á flokspolitiskan taktikk. Slíkar avgerðir skulu geva okkum tær tænastur, sum borgarin hevur brúk fyri, og ikki tænastur, ið kunnu brúkast sum útsøluvøra. Eins og á øðrum týðandi økjum, so hevur Sjálvstýrisflokkurin eina greiða stevnu bæði tá talan er um skattamál og almannamál.


Erhard Jacobsen