Dagfinnur Danbjørg
-----------------------
Við jøvnum millumbilum eta heimligu sjakalarnir føðina hjá teimum smáu í samfelagnum, so tað gerst óliviligt hjá hesum, ið koma í fíggjarliga trongstøðu, missa arbeiði og eisini verða noydd til at rima av landinum, meðan onnur í m. a. lestrarørindum ikki síggja sær nakran møguleika at venda heim aftur. Sjakalarnir verða stórt sæð friðaðir, og skuldi nakar víst á teirra leiklut, so verða teir vardir politiskt, religiøst og juridiskt av teirra viðsamansvornu, sum fríkennandi halda fyri, at man skal ikki útnevna syndabukkar, hvør skal siga, teir eru uttan skuld, tað er samfelagið og umstøðurnar, ið hava skapt kreppuna og fíggjaróskilið. Sjakalarnir verða friðaðir og halda lágan profil inntil næstu ferð.
Tað munnu vera mong, ið kenna og vita nakað um sjakallevnaðin í tí føroyska fíggjarkervinum, men sum einans undrast og tosa um tað sínámillum í staðin fyri at almannakunngera vitanina og royna at organisera mótmakt móti peningamafiuni.
Í 50'unum var onkur búraður inni.
Í 90'unum sluppu allir bæði peningaligu, poltisku og juridisku sjakalarnir - bert hann, ið segði frá fíggjarsvikunum bleiv búraður inni. Kanska er tað tí, at fólk tiga í almennum høpi, sjálvt um tey í øðrum samanhangi vita eina rúgvu. Tey vita sum er, at rætturin langt frá altíð er rættur, og best man vera at tiga, tí so fær man onki í klemmu. Plastikkposajuristarnir eru ikki at spæla við, tí teirra uppgáva er at gera svart til hvítt og øvugt, so ikki er undarligt, tá fortalt verður, at fyrsti av slagnum stóð í læru í tí Ónda stað.
Eikskandalan kundi fingið erligar politikarar einaferð med alla at vakna, sligið nevan í borðið og staðfest, at nú er nokk. Nú skulu sjakalarnir lýsast friðleysir, jagstrast dag og nátt og setast fyri ein dómstól, sum kann búra teir inni í mun til tey fíggjarsvik, teir hava framt, og á henda hátt minimera framtíðar sjakalvirksemi í tí føroyska fíggjarheiminum.
Teir stýrandi (burtursæð frá sjakalsympatisørunum) kunnu bevilga nakrar fáar mill.kr. til sakkøna hjálp (møguliga úr gannalondum okkara) í eini djúbtgangandi kanning av øllum fyritøkum í Føroyum teirra teldum og samskiti annars og øllum privatum sjálvuppgávum seinastu 5 árini. Eisini peningsflytingar millum bankar herheima og í útlondunum, og eisini kanna hvat árin stráðmannavirksemi hevur á føroysk viðurskifti.
Tað er upp á hægstu tíð, at fólkið fær neyðugt innlit í sjakalanna lív og virki her í Føroyum. Og at hetta virksemi verður steðga.