Stjólu fótbóltskort fyri 2,3 milliónir

Italska fyritøkan, Panini, hevur útgivið sokallað fótbóltskort síðani HM-kappingina í Meksiko í 1970, og tað munnu vera mong børn – og kanska vaksin við – sum hava samlað upp á hesi væl umtóktu kortini.


Nú HM-fepur er í luftini ganga kortini aftur sum heitt breyð, og tað er fleiri, ið kýta seg langt fyri at fáa fatur á kortunum. Onkur vil bara fáa alla samlingina, meðan onnur gera tað við peningaligum vinningi fyri eyga.


Hetta mátti ein prentsmiðja í Munro-býarpartinum tætt við argentinska høvuðsstaðin, Buenos Aires, ásanna síðsta vikuskifti, tá ið vápnaðir ránsmenn brustu inn í bygningin og vildu hava fatur á fótbóltskortum.


Endin var, at tjóvarnir sluppu avstað við 600 eskjum av fótbóltskortum, sum høvdu eitt virði á umleið 2,3 milliónir krónur. Tað skriva lokalir miðlar sambært DW News.


Løgreglan í Munro hevur ikki fingið fatur á gerningsmonnunum. Løgreglan sigur, at tjóvarnir helst hava framt stuldurin fyri at selja fótbóltskortini á svarta marknaðinum.