Stjørnan er steypavinnari

Kvinnurnar hjá VÍF gjørdu tað, sum tær vóru mentar, men hetta var ikki nóg mikið til at koppa Stjørnuni.

Dysturin gekk hampuliga javnt á, men seinastu fimm minuttirnar undan steðginum leyp Stjørnan avstað, og tá tær øktu um leiðsluna fyrstu løtuna eftir steðgin, var eingin vegur aftur hjá VÍF, sum tó væl og virðiliga fekk víst tað potentiali, sum býr í liðnum.

 

Stjørnan-VÍF 29-22 (14-10)

10 min: 5-5

20 min: 10-8

40 min: 20-14

50 min: 25-19