Hondbóltur-kvinnur
At siga at endaspælið í hondbóltskappingini hevur verið serliga gleðiligt fyri Klaksvíkina, er helst at taka munnin ov fullan. Eftir at tær í grundspælinum tóktust vera 100% vísar í silvurmerkjunum, er støðan nógv broytt síðani. Somikið nógv, at liðið kann standa uttan fyri heiðursmerkjarøðina, tá endaspælið er av.
Enn hava tær tó møguleika at ogna sær silvurmerkini, og tær syrgdu í øllum førum fyri, at tær ikki standa veikari enn tær gjørdu, nú farast skal undir seinasta umfarið.
Eingin ivi
Tað var sum so eingin sum helst ivi, tá StÍF kom á vitjan sunndagin. Ofta hava strandakvinnurnar annars arga Stjørnuna, men hesa ferð skuldi tað so ikki verða.
Eftir fyrsta korterið var støðan 9-2t il heimaliðið, og so var alt í roynd og veru avgjørt. StÍF slapp kanska at nærkast nakað, men Stjørnan hevði fyri tað mesta fult tamarhald á, og nærri enn einum trimum-fýra málum komu gestirnir ongantíð.
Vónin livur
Hóast tær soleiðis vóru ógvuliga sannførandi hesaferð, so skerst ikki burtur, at Stjørnan hevur eina sera trupla uppgávu, nú tær skulu royna at tryggja sær heiðursmerki.
Á seinasta leikdegi vitja tær í Vági, og verður talan ikki um í øllum førum eitt stig í hesum dysti, so fer VB fram um Stjørnuna, og nú vágbingarnir sum tær einastu hava bast VÍF, tykist hendan uppgávan at verða alt annað enn løtt hjá Stjørnuni.
Hóast hetta, so livur vónin um silvurmerkini tó framvegis, og er tað júst StÍF, sum kann geva eina hjálpandi hond í hesum. Meðan Stjørnan vitjar í Vági, tekur StÍF á heimavølli móti Neistanum, og kunnul tær órógva eitt sindur her, samstundis sum Stjørnan vinnur í Klaksvík, so er Stjørnan á øðrum plássi.
Soleiðis er enn einki avgjørt í stríðnum um silvur og bronsu, men fyrst og fremst skal Stjørnan tá hugsa um egna avrikið, og so kunnu tær ringja norður á Skála, tá dysturin í Vági er liðugt leiktur.
Dysturin í tølum
Stjørnan-StÍF 26-19 (13-9)
Málskjúttar:
Stjørnan: Sikona Dziugyte 7, Anna Kristina Samson 7, Joan M. Joensen 6(2), Bára Skaale 2, Andrijana Milodanovic 2, Ragna Andreasen 1, Una Olsen 1
StÍF: Alina Olaru 6, Ileana Manulescu 5(1), Anna B. Danielsen 4, Poula D. Olsen 3, Guðrun Ólavsdóttir 1
Brotskøst: Stjørnan 3, StÍF 5
Útvísingar: Stjørnan 3
Dómarar úr VÍF: Daniel Rápa & Piti Negru