Stjørnur í lýsingum mugu liva við avleiðingunum

Danski landsvenjarin Kasper Hjulmand heldur, at Brian Laudrup visti, at Dubai-herferð hansara fór at seta starvið í vanda

 

Brian Laudrup (Mynd: Niels Henrik Dam/Ritzau Scanpix)

Fótbóltsvenjarin Kasper Hjulmand heldur, at stórar ítróttarstjørnur væl vita, at tað ikki er uttan kostnað, tá tey velja at lýsa fyri ávíst produkt.

Tí heldur hann eisini, at Brian Laudrup væl visti, at tað fór at fáa avleiðingar, tá fyrrverandi danski landsliðsfótbóltsspælarin hevur verið við til at reklamera fyri Dubai í Sameindu Arabisku Emiratunum undan HM í grannalandinum Qatar.

Brian Laudrup er síðani uppsagdur frá sínum uppgávum bæði fyri TV 2 og Politiken. 

Áður hevur eisini verið funnist at David Beckham fyri at hava tikið ímóti stórari upphædd fyri at lýsa fyri Qatar.

Bæði HM-vertstjóðin og Sameindu Arabisku Emiratini hava fingið atfinningar fyri at ikki at halda mannarættindini.

– Fólk mugu sjálvi um, um tey vilja vera við. Men tey mugu eisini skilja og liva við avleiðingunum, sum tað kann hava við sær. Tað hevði eisini undrað meg nógv, um ikki Brian hevði sæð, at tað var soleiðis.

– Eg haldi, at øll tey, sum luttaka í slíkum, eru full greið um tær avleiðingar, sum tað kann hava, heldur landsliðsvenjarin.

Í einum skrivligum svari til B. T. fríggjadagin vísti Brian Laudrup millum annað á, at 65.000 danir á hvørjum ári eru millum tey 14 milliónir ferðafólk í Dubai, hvørs herferð verður rópti »Where the world celebrates«.

– Í hesum sambandi kann fótbóltur vanlig og eitt HM serliga nakað serstakt. Menniskju og mentanir úr øllum heiminum kunnu vera saman um eina stórhending, har tey bæði stuðla teirra egna landi og samstundis koma í samband við fólk úr øðrum tjóðum.

– Tí trúgtvi eg uppá, at vit læra meira av at vera saman enn at halda frástøðu frá hvørjumøðrum, segði Brian Laudrup millum annað til B. T. 

/ritzau/

 

 

Brian Laudrup (Mynd: Niels Henrik Dam/Ritzau Scanpix)