Stjørnuspælarin er stórliga saknaður

U-20 EM hondbóltur: Men Føroyar bjóða kortini slovensku favorittunum av suðuri í Portugal

Tað er hálvleikur suðuri í Porto í Portugal, har Føroyar og Slovenia spæla EM dyst. Hálvleiksstøðan er 18-15 til Slovenia. Í gjár, tá ið Føroyar vunnu 33-32 ímóti Danmark, var hálvleiksstøðan 15-15.

 

Tað kom púra óvart á, tá ið spælararnir stóðu á vøllinum og tjóðsangirnir vórðu spældir, at føroyski stjørnuspælarin Elias Ellefsen á Skipagøtu, ikki var á vøllinum, men í staðin var á beinkinum, har venjararnir og hjálparfólkini sita.

 

Orsøkin er sambært Kringvarpi Føroya at Elias er skaddur. Talan er um knæskaða, sum hevur argað seinastu mánaðirnar, og sum plágaði eftir sigurin ímóti Danmark í gjár.

 

Inntil 10 minuttir vóru farnir gekk javnt á. Tá var støðan 4-4, og síðani vóru leingi fýra og onkuntíð fimm mál á muni í fyrra hálvleiki. Fram ímóti steðginum eydnaðist tað føroyingunum at minka um munin til trý mál ímóti Slovenia, sum vann seinastu EM kappingina fyri U-20 lið.

 

-

 

Føroyar - Slovenia (15-18)

 

Óli Mittún 4

 

Hákun West av Teigum 4

 

Rói Ellefsen á Skipagøtu 3

 

Pauli Mittún 2

 

Baldur Gillason 1

 

Janus Dam Djurhuus 1

 

Bogi Hansen

 

Kristoffur Bjørgvin

 

Hanus Arason­­

 

Sveinur Olafsson

 

Sakir Tróndarson Frýdal

 

Ovi Lützen

 

Viktor Gaini

 

-

 

Pauli Jacobsen 6/24  25%

 

Alexandar Lacok 0/0