Stjólu úr handlum – kanna nú vakmyndatól

Tað hava eisini verið trupulleikar í hálkuni – og ein er tikin fyri at koyra ov skjótt

Í gjár boðaðu tey frá í einum handli í Havn, at tjóvar høvdu verið inni í handlinum, og høvdu stolið nakað av vøru. Tá ið løgreglan kom á staðið, vóru tjóvarnir stungnir av. Men vakmyndatól eru í handlinum og tey fer løgreglan nú at kanna, og tað ger tað lættari hjá teimum at finna fram til tjóvarnar.

 

Annars hevur tað verið rættiliga hált í gjárkvøldið og í nátt og løgreglan sigur, at tað hava verið nøkur ferðsluóhapp. Men talan er bara um um skrokkskaðar og ikki um fólkaskaða. Álvarligasta óhappið var í Eysturoy, har ein bilur fór út av og endaði á takinum, men heldur ikki í hesum føri var nakar fólkaskaði.  Talan er eisini um, at fleiri fólk eru dottin og hevur smekkað høvdið í og onkur einstakur hevur eisini brotið arm og bein.

 

Løgreglan hevur eisini – enn einaferð – verið á Glyvursvegi og máta, hvussu hart bilar koyrdu. Bilførarar verða altíð tiknir á Glyvursvegi og hetta var heldur einki undantak. Tað er loyvt at koyra 50 ár Glyvursvernum og í gjár fekk ein bilførari klipp í koyrikortið fyri at koyra 74 kilometrar um tíman á Glyvursvegi