Stjórnarflokkarnir í Danmark hava afturgongd

Nýggj veljarakanning gevur stjórnarflokkunum í Danmark, og serliga Javnaðarflokkinum, afturgongd

Tað vísir kanning, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau.

 

Men gongur illa hjá stjórnarflokkunum í kanningini, so gongur væl hjá SF, sum stendur til besta úrslit í 12 ár. Flokkurin stendur til 14,4 prosent, sum er seks prosent meira, enn flokkurin fekk á fólkatingsvalinum 1. november í fjør.

 

 

 

 

 

 

 

Kanningin vísir, at afturgongdin hjá Javnaðarflokkinum heldur fram. Flokkurin, sum á valinum 1. november fekk 27,5 prosent av atkvøðunum, stendur nú til 22,1 prosent, sum er ringasta mátingin í átta ár.

 

 

 

 

 

Ringa úrslitið hjá Javnaðarflokkinum kemur júst sum stríð er við fakfelagsrørsluna um at taka av dýra biðidag sum halgidag.

 

Stjórnarflokkarnir standa í kanningini til 74 sessir í Fólkatinginum. Á valinum fingu teir 89 sessir.

 

Úrslitið í kanningini sær soleiðis út:

 

##med2##