Stjórnarkreppa: Fólkatingsval kann verða 15. mars

Greining: Politiskir eygleiðarar og politikarar á Christiansborg eru samdir um, at dagurin í gjár var ein sera løgin dagur.

 

Konservativi flokkurin krevur, at Eva Kjer Hansen, umhvørvisráðharri, leggur frá sær, tí flokkurin hevur ikki álit á henni, eftir at hon sambært teimum hevur givið skeivar upplýsingar um umhvørvispakkan til landbúnaðin, sum stjórnin hevur í umbúna. 

 

Tað sermerkta við spentu støðuni er, at ráðharrin og stjórnin ikki hava bakkað fyri kravinum frá stuðulsflokkinum, Konservativu. Tað vanliga er, at ráðharrar stillisliga leggja frá sær, tá teir missa stuðulin frá stuðulsflokkum. Men nógv bendir á, atLars Løkke Rasmussen vil seta hart ímóti hørðum mótvegis Konservativa flokkinum.

 

Tað merkir so, at eitt misálitisuppskot verður reist í fólkatingssalinum, og at andstøðan og Konservativi flokkurin fara at atkvøða fyri, meðan stjórnarflokkurin Vinstri og stuðulsflokkarnir, Liberal Alliance og Dansk Folkeparti fara at atkvøða í móti.

 

Verður stríðið ikki loyst, so kann tað enda við, at Lars Løkke Rasmussen skrivar út nýval. Og nýval kann so verða við 20 daga freist longu týsdagin 15. mars.

 

Hans Engell, politiskur viðmerkjari og fyrrverandi formaður í Konservativa flokkinum segði við Ekstrablaðið, at Løkke-stjórnin er veikasta stjórn í Danmark í 87 ár.

 

– Vit skulu heilt aftur til 1929, tá Christmas Møller koppaði Madsen-Mygdal-stjórnina, segði Hans Engell og vísti á, at tann táverandi konservativi leiðarin koppaði eina vinstrastjórn vegna smávegis ósemjur um verjufíggjarætlanina.

 

Enn er ikki greitt, um Lars Løkke Rasmussen hevur onkran trumf at leggja fram í dag. Men tað varð hildið at vera eitt veikleikatekin, at hann smeyg sær gjøgnum bakdyrnar í forsætismálaráðnum í gjárkvøldið fyri at sleppa undan spurningum frá fjølmiðlum.

 

Tey Konservativu siga seg hava tikið støðu, Eva Kjer Hansen skal frá sum ráðharri. Spurningurin er, um Venstre og Lars Løkke Rasmussen kunnu liva við tí – og um tey bakka í morgun og boða frá, at Eva Kjer Hansen leggur frá sær – ella um málið kemur til skarpskeringar í fólkatingssalinum sum eitt misálitisuppskot á ráðharran. Tá kann Lars Løkke Rasmussen trýsta á knøttin og skriva út val – tí aðrir møguleikar eru ikki fyri borgarligari stjórn í Danmark við verandi samanseting í Fólkatingssalinum, verður hildið.

 

Fólkatingsval býtt á vikudagar:

Týsdag

37

fólkatingsval

54%

Fríggjadag

11

fólkatingsval

16%

Mikudag

10

fólkatingsval

14%

Hósdag

6

fólkatingsval

9%

Mánadag

4

fólkatingsval

6%

Leygardag

1

fólkatingsval

1%

Sunnudag

0

fólkatingsval

0%

 

69

 

100%

Fólkatingsval eru sum oftast týsdag. Síðani grundlógina í 1849 hava verið 69 fólkatingsval, og 37 ferðir hava tey verið týsdag. Tað er 54 prosent. Skuldi Lars Løkke Rasmussen funnið upp á at skriva út val í dag, so kann tað verða týsdagin 15. mars.

 

Seinast ein stjórn hevur sitið so stutt – í átta mánaðir, var frá 8. september í 1987 til 10. mai í 1988. Í báðum førum var tað Poul Schlüter, forsætisráðharri, sum skrivaði út val, og hann vann valini báðu ferðirnar og skipaði nýggja stjórn.