Stjórnartoppur og krúnprinsessa tóku ímóti Zelenskyj forseta

Ukrainsku forsetahjúnini eru lend í Danmark, har millum annað, Mette, Frederiksen, forsætisráðfrú, Jakob Ellemann-Jensen, verjumálaráðharri, og Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, tóku ímóti saman við Mary krúnprinsessu

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, er lendur í Danmark.

Á Skrydstrup Flyvestation bíðaðu Mette, Frederiksen, forsætisráðfrú, Jakob Ellemann-Jensen, verjumálaráðharri, og Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, tóku ímóti saman við Mary krúnprinsessa og Troels Lund Poulsen, búskaparmálaráðharri

Tað verður ein tíðindafundur um eina løtu, sum fer at snúgva seg um, at Danmark og Holland hava bundið seg til at lata UkrainaF-16 stríðsflogfør.

– Eg eri errin av, at Danmark saman við Hollandi fer at lata F-16 stríðsflogfør til friðarstríðið hjá Ukraina ímóti Russlandi og meiningsleysa harðskapi teirra, sigur Jakob Ellemann-Jensen, verjumálaráðharri í einum tíðindaskrivi.

 

##med2##

##med3##

– Stuðulin hjá Danmark til Ukraina er rimmarfastur, og við veitingini av F-16 stríðsflogførum gongur Danmark nú fremst.

Volodymyr Zelenskyj er komin til Danmarkar úr Eindhoven í Hollandi, har hann hevur hildið tíðindafund fyrr í dag saman við hollenska forsætisráðharranum, Mark Rutte.

Hann sigur sambært Reuters, at hann ikki kann nágreina, hvussu nógv flogfør verða latin Ukraina, men at Holland hevur 42 á goymslu.

Tað eru tó fleiri boð upp á júst hetta.

Volodymyr Zelenskyj sgiru á sosiala miðlinum X, sum fyrr var Twitter, at hann Ukraina fær 42 stríðsflogfør.

– Í dag hava vit tikið enn eitt stig fyri at styrkja loftverjuna hjá Ukraina. F-16, hesi flogførini verða brúkt til at halda russiskum yvirgangsfólki burtur frá ukrainskum býum og bygdum, skrivar hann og heldur fram.

– Mark Rutte, forsætisráðharri, og eg hava gjørt eina avtalu um talið av F-16 flogførum, sum verða latin Ukraina, tá flogskiparar okkara og mekanikararnir hava verið ígjøgnum vejingarnar. 43 flogfør. Og tað er bara byrjanin.

 

##med4##

##med5##

Tað er einn óvist, hvussu nógv flogfør Danmark fer at lata.

Danmark vil arbeiða fyri, at onnur lond eisini lata F-16 flogfør til Ukraina, skrivar ráðið.

Áðrenn flogførini kunnu latast, skulu ukrainsku flogskipararnir útbúgvast, og tað verður millum annað gjørt í Danmark.

/ritzau/

##med6##

##med7##

##med8##

 

Enn er ógreitt, hvussu nógv F-16 flogfør Danmark fer at lata Ukraina. (Arkivfoto). - Foto: Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix