Í gjár legði Sjóvar kommuna ein greinastubba út á sína heimasíðu um kommunulæknin á Strondum.
- Anneke Højrup er til arbeiðis í læknaviðtaluni, men hon er ógvuliga avmarkað, tí eingi heilsustarvsfólk eru á skrivstovuni.
Lagt verður aftrat, at Anneke hevur læknaviðtalu, men vísir á, at hon hevur torført við at taka telefonina, tí hon er einsamøll.
- Tað ber til at ringja og vóna, at hon tekur telefonina, men helst er betri at støkka inn á gólvið fyri at fáa orðið á læknan.
Soleiðis verður sagt á heimasíðuni - www.sjovar.fo
Lesið eisini - Riggar ikki: https://www.in.fo/news-detail/skipanin-at-stoekka-inn-a-golvid-riggar-ikki