Team Svalan hjá Støkk, gentur. Tær hava sett føroyskt met við 17.13 stigum. Hetta er hægsti karakterur givin í eini fimleikakapping í Føroyum nakrantíð Myndir: Jón K. Joensen

Støkk vann mest

Fimleikafelagið Støkk vann tveir aldursbólkar, meðan Havnar Fimleikafelag og Fimleikafelagið Ljósið vunnu hvør sín aldursbólk, tá kappast var um føroyameistaraheitini í estetiskum fimleiki í høllini á Hálsi um vikuskiftið.

Team Svalan hjá Støkk, gentur. Tær hava sett føroyskt met við 17.13 stigum. Hetta er hægsti karakterur givin í eini fimleikakapping í Føroyum nakrantíð Myndir: Jón K. Joensen

12 lið úr fýra feløgum vóru við í kappingini. Tey eru úr Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelagnum Ljósið, Fimleikafelagnum Støkk og Klaksvíkar Fimleikafelag. Kappast varð í fýra aldursbólkum pinkum, smágentum, gentum og unglingum. Einki lið var við í kvinnualdursbólkinum. Tí Team Hera, sum fyrr í ár hava kappast einsamallar í kvinnualdursbólkinum, eru í løtuni í Bulgaria, har tær luttaka í World Cup 2.

 

Føroyameistarskappingin í estetiskum fimleiki er tvíbýtt. Undankapping var í gjár, og finalan var í dag. Úrslitini frá báðum kappinginunum vera løgd saman.

 

Undankappingin var sera jøvn. Tí var finalan sera spennandi og púra opin.

 

Pinkur

 

Støkk Nava (14,67) 15,12 samanlagt 29,79

 

HF Nora (14,37) 14,05 samanlagt 28,42

 

Klaksvíkar Fimleikafelag Aura (12,42) 12,93 samanlagt 25,35

 

Ljósið Auriga (11,4) 11,17 samanlagt 22,57

 

Smágentur

 

Ljósið Ara (16,3) 16,91 samanlagt 33,2

 

Ljósið Norma (16,3) 16,3 samanlagt 32,6

 

HF Nita (14,75) 15,05 samanlagt 29,8

 

Støkk Urða (14,85) 14,66 samanlagt 29,51

 

Gentur

 

Støkk Svalan (16,65) 17,13 samanlagt 33,78

 

HF Mira (16,78) 16,68 samanlagt 33,46

 

Unglingar

 

HF Bjalla (15,82) 16,48 samanlagt 32,3

 

Støkk Rósan (15,75) 16,23 samanlagt 31,98

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

Team Svalan hjá Støkk, gentur. Tær hava sett føroyskt met við 17.13 stigum. Hetta er hægsti karakterur givin í eini fimleikakapping í Føroyum nakrantíð Myndir: Jón K. Joensen

Smágentur. Ljósið, Norma. Ljósið, Ara. HF, Nita Mynd: Jón K. Joensen

Pinkur: HF, Nora. Støkk, Nava. Klaksvíkar Fimleikarfelag, Aura Mynd: Jón K. Joensen

Unglingar: Støkk, Rósan. HF, Bjalla Mynd: Jón K. Joensen

Gentur: HF, Mira. Støkk, Svalan Mynd: Jón K. Joensen