Størsti kjarnorkureaktorur í Evropa sløknaði

Størsto kjarnorkureaktorur í Evropa – Olkiluto 3 í Finnlandi – sløknaði automatiskt í gjár vegna tekniskar trupulleikar.

 

Størsti kjarnorkureaktorur í Evropa eitur Olkiluoto 3 og er í Finnlandi. (Arkivfoto). - Foto: Jonathan Nackstrand/Ritzau Scanpix

Roknað verður við, at hann verður aftur í rakstri í morgin.

Tað upplýsir finska felagið TVO, sum stendur fyri rakstrinum.

Orsøkin var ein feilur í hitamátingini og hevði sambært felagnum »onga ávirkan á nukleru trygdina«.

Olkiluoto 3 framleiðir umleið 14 prosent av streyminum í Finnlandi.

Hann var tikin í nýtslu í apríl í 2023. Tað var umleið 18 ár eftir, at byggingin byrjaði – og 14 ár eftir at hann eftir ætlan skuldi havt verið farin undir handilsligan rakstur.

/ritzau/AFP

 

Størsti kjarnorkureaktorur í Evropa eitur Olkiluoto 3 og er í Finnlandi. (Arkivfoto). - Foto: Jonathan Nackstrand/Ritzau Scanpix