Størv í Sernámi

 

Føst størv sum sálarfrøðingur og sum skrivari eru leys at søkja.

 


Sálarfrøðingur til Sernám

Tvey størv sum sálarfrøðingur til smábarna- og fólkaskúlaøki eru leys at søkja. Talan er um eitt fast starv fulla tíð og eitt fast starv 32 tímar, at seta 1. august 2021 ella skjótast eftir tað.

 


Arbeiðsøkið hjá Sernámi er um alt landið. Hesi størvini er í løtuni knýtt til ávíkavist toymi, sum hevur Suðuroynna og Tórshavn og til toymi, sum hevur Sandoynna og Tórshavn.

 


Arbeiðs- og ábyrgdarøki:

 

  • Samstarva við starvsfólk og foreldur um sálarfrøðiligar og sernámsfrøðiligar tilgongdir
  • Veita ráðgeving og vegleiðing til starvsfólk og foreldur
  • Gera sálarfrøðiligar metingar/kanningar av børnum og ungum
  • Samskipa og uppfylgja sálarfrøðilig og sernámsfrøðilig tiltøk í samráð við starvsfólk í skúlum og dagstovnum
  • Veita starvsfólki supervisión

 

Arbeiðsøkið er stórt og fjølbroytt við nógvum samskifti við starvsfólk, leiðslur, avvarðandi og aðrar viðkomandi stovnar, og tí vænta vit, at umsøkjari:

 

  • Er við í tvørfakligum samstarvi, innanhýsis og uttanhýsis
  • Er við í samstarvi við aðrar skipanir á barna- og ungdómsøkinum
  • Er við í at menna sálarfrøðiliga og sernámsfrøðiliga virksemið í skúlum og stovnum
  • Dugir at nýta metingar/kanningarúrslit í sálarfrøðiligum og sernámsfrøðiligum tilgongdum
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt og hevur góð samstarvsevni
  • Er fúsur at royna nýggjar leiðir og tolir broytingar
  • Dugir at orða seg í skrift og talu

 

Vit bjóða:

 

  • Áhugavert og avbjóðandi starv við fjølbroyttum uppgávum
  • Tvørfakligt mennandi umhvørvi í tøttum samstarvi við starvsbólkarnar í Sernámi
  • Fakligt samstarv við sálarfrøðingarnar á stovninum
  • Supervisión
  • Førleikamenning eftir umstøðum og tørvi

 

Førleikakrøv:

Prógv sum cand. psych ella cand. pæd. psych ella útbúgving, sum er javnsett við hesar. Fyrimun hava umsøkjarar við royndum innan serøkið ella royndum við børnum við serligum tørvi í skúlum og dagstovnum.

 


Setanartreytir til starvið:

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

 


Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Margreth Olsen, stjóra, á telefon 360 200 ella í teldubrævi til [email protected]

 


Umsóknarfreist:

Umsóknir við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 13. juni 2020 og skulu sendast til:

 

Sernám

á Frælsinum

Postboks 2036

FO-110 Tórshavn

ella sum teldubræv til sernam(at)sernam.fo

 


Skrivari til Sernám

Eitt starv sum skrivari er leyst at søkja. Talan er um fast starv fulla tíð at seta frá 1. august 2021 ella skjótast eftir tað. Arbeiðsøkið hjá Sernámi er um alt landið. Hetta starvið er staðsett í Tórshavn.

 


Høvuðsuppgávan í starvinum er:

 

  • Skrivligt og munnligt samskifti við viðskiftafólk
  • Telefonavgreiðsla
  • Skjalaskráseting
  • Vanligar skrivarauppgávur

 

Førleikakrøv:

 

  • Skrivstovuútbúgving ella útbúgving, sum kann javnmetast
  • Royndir við journalarbeiði og kunnleika til skipanina 360
  • Góðar KT-førleikar
  • Dugir væl at orða seg í skrift og talu
  • Dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt og undir trýsti
  • Tænastusinni

 

Vit bjóða:

Fjølbroytt og sjálvstøðugt starv við skiftandi uppgávur og nógvum samskifti við stovnar, skúlar og foreldur. Hetta er í tøttum samstarvi við starvsfólkini í Sernámi.

 


Setanartreytir til starvið:

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Margreth Olsen, stjóra, á telefon 360 200 ella í teldubrævi til [email protected]

 


Umsóknarfreist:

Umsóknir við avriti av prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 13. juni 2020 og skulu sendast til:

 


Sernám

á Frælsinum

Postboks 2036

FO-110 Tórshavn

ella sum teldubrsernam(at)sernam.fo

 


Í Sernámi eru ymiskir fakbólkar, sum veita ráðgeving til stovnar og skúlar í Føroyum.

Sernám veitir sernámsfrøðiliga ráðgeving og vegleiðing, soleiðis at børn og ung (0-18 ár) kunnu styrkjast í menningini, sum umfatar sosiala, kropsliga, persónliga, málsliga og kognitiva menning.

Sernám er í eini broytingartilgongd, og tann, ið settur verður, má vera sinnaður at luttaka virkin í hesi tilgongd umframt tola broytingar í starvinum.