Ukrainskar deildir gera framstig í stríðnum við russisku deildirnar, sum hava gjørt innrás í landið.
Tað sigur Nato aðalskrivarin, Jens Stoltenberg.
Boðini koma á felags tíðindafndi í dag við ukrainska forsetanum, Volodyrmyr Zelenskyj, í Kyiv.
– Urkainskar deildir eru í hørðum stríði, men tær gera framstig. Hvør metur, sum Ukraina tekur, er ein metur, sum Russland tapir.
– Vit síggja eini mótsetning millum teir stríðandi. Ukraina stríðst fyri landi síðnum, familjum sínum, og framtíðini. Russland stríðst fyri stórvelids hvørvisjónum, sigur Jens Stoltenberg.
Undir vitjanini leggur Stoltenberg samstundis dent á, at tað er eydnast teimum sameindu hjá Ukraina at taka eitt stórt stig ímóti at veita Ukraina lívsneyðugt lóður.
– Tað eru nú sambond upp á pláss fyri 2,4 milliardir evrur. Av teimum er ein milliard evrur í føstum ordrum.
– Tað fer at tryggja Ukraina 155 millimetur artillerígranatir, antitan-missil og lóður til stríðstvognar, sigur Jens Stoltenberg.
/ritzau/